Stílurin: Elin Maria Carlsson

Stílurin: Elin Maria Carlsson
Elin Maria Carlson av Argjum er púra vekk í 90'ara stílinum, og er hon oftast at síggja í slitnum kovboybuksum, stórum jakkum, skjúrtum og choker hálsketum.
25.07.2014 - 16:15

-Mær dámar væl ófantaliga 90'ara stílin - ófantaligt hár, skjúrtur, stivlar, t-shirtir við onkrum tónleikabólki á, slitnar kovboybuksur og ov stórar jakkar. Mær dámar eisini væl gentuliga 90'ara mótan – blondusokkar, jelly skógvar, gularótabuksur, platform skógvar og choker hálsketur.

 

Elin Maria heldur, at klæði eru ein máti at útrykkja seg uppá, tað er ein máti at vísa, hvør mann er. Sambært henni, ganga flestu føroyingar rættiliga eins ílatnir, tí dámar henni væl at klæða seg eitt sindur øðrvísi.

 

-Eg ímyndi mær, at eg eri málari, og skal mála til eina risa framsýning. Eg fái eitt tómt lørift í hondina, og skal mála okkurt. Men tá eg komi at hyggja at framsýningini, so sær tað út, sum um at allir málararnir hava hermt eftir hvørjum øðrum – allir eru nærum líka. Hevði tú ikki viljað verið tann eina myndin, sum lýsti burturúr øllum? Tað hevði eg.

 

Sambært mær er einki so kul, sum tá fólk tora at vísa sín stíl og tora at bróta frá. Hví eru øll so bangin fyri at vera øðrvísi? Eg haldi ikki vit skulu vera trælir hjá mótabløðunum, sum skriva, “hetta er inn og hatta er út” - finn tín egna stíl og deil tína kulheit við restina av heiminum. Eg gangi í tí eg havi hug til og kenni meg væl í.

 

 

Elin Maria sigur, at tað er rættiliga torført at skapa sín egna stíl í Føroyum, tí úrvali av klædnahandlum er ikki tað heilt stóra.

 

-Eg keypi ikki klæðir í 'vanligum' handlum, men sum oftast í endurnýtsluhandlum. Har finni eg nógv fleiri klæði og ting, sum mær dámar. So eri eg eisini vís í, at eg ikki hitti onkran, sum gongur í eins klæðum.

 

Summarið er besta árstíð at klæða seg eftir, heldur Elin Maria.

-Mær dámar best at klæða meg eftir summarinum. Mann kann fara í niðurdeilar, shorts, toppar, stuttar buksur og øll tey summarligu klæðini, sum annars bara liggja innast í klædnaskápinum. Eisini tí at um summarið síggjast klæðini nógv betur. Tá veturin valdar ganga øll í tjúkkum jakkum, og tað er nærum ógjørligt at síggja gott út.

 

Elin Maria leggur afturat, at hennara besta klædnaráð er: Lat teg í tað, tær dámar, og sum speglar teg. Móti er eitt slag av list – tú ger av, um tú vilt herma ella skapa títt egna persónliga listaverk. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.