- Mær dámar list, sum setir spurningar

- Mær dámar list, sum setir spurningar
Eitt spennandi ungt listafólk er 27 ára gamla Kirstin Helgadóttir, sum júst hevur lokið útbúgving í London sum grafiskur sniðgevi. Serliga eru tað kollasjur, illustratión og video, sum hugtaka hana.
01.08.2014 - 02:30

At flyta úr friðarliga barndómsheiminum í Vestmanna til triðstørsta býin í Evropa kann tykjast sum eitt stórt lop, men Kirstin Helgadóttir trívist væl í stórbýarmeldrinum. Í summar gjørdist hon liðugt útbúgvin sum grafiskur sniðgevi, og enn gongur leiðin ikki heimaftur til Føroyar.

 

 - Tá eg var eini 16 ára gomul, var eg á háskúla í Danmark, har hugurin til tey kreativu fakini ordiliga byrjaði. Eftir at eg hevði tikið studentsprógvið, tók tað mær nøkur ár, áðrenn eg fann útav, hvat eg vildi lesa. Eg ferðaðist nakað, har eg m.a. fór eina interrailferð ígjøgnum Eysturevropa. Aftaná tað búði eg í London í eitt ár, áðrenn eg tók avgerðina um, at tað var her, eg vildi lesa, greiðir Kirstin frá.

 

Áðrenn Kirstin flutti til London, brúkti hon nógva tíð at savna sær pening og at fyrireika eitt portfolio at søkja inn á skúlar við. Hon kom inn á Sir John Cass Faculty of Art and Design, sum liggur á Brick Lane í Eysturlondon. Økið er serliga kent fyri at hýsa mongum framsýningum og listarligum virksemi, og á skúlanum hevði hon atgongd til prentverkstovur og aðra serliga útgerð.

 

- Uppá nógvar mátar var mín tíð á universitetinum sum at hava eitt arbeiðsstudio mitt í London, har eg hevði møguleika at eksperimentera og royna ymiska útgerð, ið eg ikki kendi, áðrenn eg byrjaði, sigur Kirstin.

 

Samrøðurnar við floksfelagar høvdu nógv at siga

Útbúgvingin, sum Kirstin hevur lokið, gevur næmingunum fríar teymar listarliga, og ein má sjálvur læra seg at brúka ymsu telduforritini, sum einum grafikara tørvar. Hinvegin verður stórur dentur lagdur á akademiska partin, og nógv tíð fer til at práta um konseptbygnað, søgu og ástøði innan heimsspeki.

 

- Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at taka eina útbúgving, um tú vilt skapa list, men tað gevur tær heilt víst eitt sterkari grundarlag og eina størri vitan um listarligt virksemi, ið kann verða sera hent og hevur kanska við sær, at tín list gerst meira tilvitað. Tær akademisku samrøðurnar og tað samstarvið, tú hevur við onnur listaáhugað, ávirka ein nógv, og tílíkt er ein týðandi partur í listarligu menningini - nakað, ið ein ikki kann google'a seg fram til.

 

Serliga kollasjan hugtekur

Eins og nógv onnur listafólk byrjaði Kirstin við at tekna og mála, men seinastu árini hevur hon ment seg nógv og arbeiðir í løtuni mest við kollasjum, video, skulpturi og illustratión. Sjálv dámar henni best list, sum setir spurningar heldur enn at geva eitt svar.

 

- Kollasjan hugtekur meg nógv, ivaleyst tí tað er tilvildin, ið ræður - tú setir lutirnar saman alt eftir, hvat gevur meining fyri teg, ímeðan áskoðarin kanska fær okkurt heilt annað burturúr, greiðir Kirstin frá.

 

Tá ið Kirstin fer í holt við eitt nýtt verk, plagar hon at gera hugarok í eini skitsubók. Tá ið nóg nógvar referansur eru savnaðar saman, hevur hon eina greiða mynd av, hvagar hon vil við verkætlanini.

- Eg haldi, at størsti parturin liggur í at sortera frá - pilka tað úr, ið mær ikki dámar og varðveita onkrar partar, til eg at enda sitið eftir við eini beinagrind, ið eg síðani arbeiði meira frítt við.

 

Kirstin starvast í løtuni hjá einari design-fyritøku, men stóri dreymurin er at fáa sítt egna atelier. Fleiri spennandi verkætlanir eru í umbúnað – millum annað eitt VJ show, sum skal framførast saman við Orka. Eisini er hon í ferð við at sniðgeva eina summarkollektión til 2015 saman við Vinti Andrews, sum er eitt undirgrundsklædnamerki úr London. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.