Pisudagar: Fyrilestrar og vegleiðing til nýggj lesandi

Pisudagar: Fyrilestrar og vegleiðing til nýggj lesandi
Fert tú undir hægri lesnað í heyst, men orð sum Nem-ID og ferðaískoyti tykjast enn sum kinesiskt? Í næstu viku eru árligu Pisudagarnir.
01.08.2014 - 03:45

Nú summarið er við at vera av, leita pisur í hópatali sær uttanlanda at nema sær útbúgving. Mong mugu brynja seg við toli, tá tað kemur til viðurskifti sum bústaðarmøguleikar, Nem-ID og studning, og kann hetta tykjast sum ein stórur biti at gloypa, um mann skal standa á egnum beinum fyri fyrstu ferð. Árligu pisudagarnir, sum verða 4. og 5. august eru kortini ein hjálp. 

 

Eik, MFS og Altjóða skrivstovan skipa fyri Pisudøgunum, sum hava til endamál at lætta um byrjanina á lestrarlívið. Á skránni eru framløgur, og ein møtir øðrum ungum, sum byrja at lesa í heyst. Eisini verður høvið at spyrja spurningar, og tað er líkamikið leiðin gongur til Amager ella Kina. 

 

Tiltakið verður 4. august á deildini hjá Eik í Klaksvík og 5. august á ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Byrjað verður kl. 19.30.

 

Sambært tíðindaskrivi er skráin í ár hendan:

 

- Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

 

- Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum, og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

 

- Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggja átakinum Leinkjan.fo, sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.

 

- Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.

 

- Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.

 

- Aftaná framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.