Regnið valdar á Summarfestivalinum

Regnið valdar á Summarfestivalinum
Summarfestivalurin er farin at halla, og droparnir falla.
09.08.2014 - 23:30

Festivalgestirnir hava avbera ymsar hugsarnir um regnið. Lesið niðanfyri:

 

-Summi royna at skáka sær undan regninum við regnsløgum og regnskjólum, men tað tími eg barasta ikki. Eg var fødd í vatni, so eitt sindur av regni skaðar einki.

 

-Tú verður ongantíð so vátur, at tú ikki tornar aftur. Hyggið ljóst uppá tað!

 

-Regnið oyðileggur seriøst kvøldið! Tað ber slett ikki til at síggja gott út í regnveðri.

 

-Ein av mínum vinkonum hevur staðið við einum slættijarni í hondini í nærum hálvan annan tíma, og so byrjar tað at regna. Tað er bara forr skeg! Nú koma hennara afrokrúllur veruliga til sín rætt.

 

-Regn er regn. Vit eru øll uppvaksin við tí, og ja, tað regnar í kvøld, men vit kunnu saktans hugna okkum hóast alt. Drekkið eina feita kenning, so geva tit tykkum ikki far um vátt hár og ófantaligt smyrls.

 

-Regnið kann rena meg! Orsaka mín málburð, men tú skilur nokk hvat eg meini.

 

 

Sí myndir av fesivalgestum, sum njóta regnið, niðanfyri.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.