Ein øðrvísi konsertferð um vikuskiftið

Ein øðrvísi konsertferð um vikuskiftið
Kundi tú hugsa tær at hoyrt sangir hjá Benjamin, AVE, Petur Pólson, Tuxedo Rebels, Petur & Benjamin og Knút á somu konsert?
12.08.2014 - 17:15

Ave Rebels, sum er ein samanseting av AVE og Tuxedo Rebels,  hava eina konsertferð í Føroyum hósdagin, fríggjadagin og Leygardagin. Tað serliga við hesum er, at konsertferðin er mannað av trimum monnum, sum hvør sær og saman manna 6 av føroysku tónleikabólkunum, og saman fara teir at spæla sangir úr øllum bólkunum. 

 

Bólkurin er mannaður av teimum trimum, umframt at teir hava Jan Rúna Poulsen á trummum og Karl Andrias Stórá á bass.

 

Spurdir um, hví teir velja at gera hesa konsertferðina saman, svaraðu teir:

 

- Vit hava í summar tosa um at Tuxedo og AVE skuldu hava konsertir saman, av tí at báðir bólkarnir eru plátuaktuellir í ár, og fleiri av limunum ganga aftur í bólkunum. Tuxedo Rebels eru Petur og Knút, men Benjamin spælir gittar og mandolin, meðan AVE eru Petur og Benjamin, har Knút spælir tangentar og annað, so tað liggur til høgrabeinið at sláa alt saman, tí allir eru teir solistar eisini.

 

- Benjamin fekk eisini eitt hugskot, tá hann var í Hundested í Danmark og sveisaði kassar í summar. Hann sá eina konsert upptøku í sjónvarpinum við Johnny Cash frá tíðiliga í 70’unum, har hann framførdi og hevði eina rúgvu av gestum á pallinum og konsertin fleyt bara á henda hátt uttan steðg og avbrot annars. Hetta sama hugskotið royndi Bob Dylan eisini við Rolling Thunder Revue í 1975, har hann ferðaðist landið runt við tónleikarum og allir vóru teir partur av bólkinum, men framførdu eisini sítt egna.

 

Teir leggja afturat, at  fólk kunnu vænta eitt ordans tyssi av sangum, ið teir saman og hvør sær hava skrivað og latið úr hondum seinastu tíggju árini.

 

Teir spæla í Perluni í Havn hósdagin 14/08 kl. 20:00

Í Losjuni í Gøtu fríggjadagin 15/08 kl. 20:00

Í Kirkjuni í Mykinesi leygardagin 16/08 kl. 21:00

 

Konsertirnar í Havn og Gøtu kosta 100 krónur, meðan tað er ókeypis atgongd í kirkjuni í Mykinesi.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.