Röddin kannar ymsar lestrarbýir

Líggjas á Váli Smith, 25 ár, lesur lívfrøði á Lunds Universitetið.
Röddin kannar ymsar lestrarbýir
Röddin hevur prátað við sjey lesandi úr ymsum lestrarbýum kring heimin.
12.08.2014 - 12:30

Hví valdi tú júst hendan býin?

 

 - Eg havi altíð verið hugtikin av okkara grannalandi, Svøríki, og havi eisini haft eitt lítið fetisch fyri tí svenska málinum. So tá eg skuldi velja mær eitt lestrarland, lá Svøríki sjálvandi høgt rankað á listanum. Tá eg hevði valt landið, var tað næsta at finna tann fullkomna lestrarbýin har. Ein tann mest tiltalandi lestrarbýurin í Svøríki er uttan iva Lund.

 

Hvussu er lestrarumhvørvið?

 

 - Lestrarumhvørvið er genialt! Tá ein hevur í huga, at universitetið hevur 47.000 lesandi, og at býurin, Lund, hevur 82.500 íbúgvar, so íður býurin við ungum fólki. Við øðrum orðum: ein keðir seg aldrin í Lund! Um ein hugsar um tað fakliga, kann sigast, at universitetið hevur eitt gott altjóða umdømi og er ‘rankað’ millum 100 tey bestu universitetini í heiminum. 

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar og er tað dýrt?

 

 - At byrja við er tað eitt sindur ringt at finna eina íbúð, men tað ber altíð til at finna eitt kamar ella eina lestraríbúð. Prísirnir fyri eina lestraríbúð liggja millum 2300 og 3300 kr. 

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin?

 

 - Tað var sera lætt at fella til her, serliga tí at man skjótt fekk skapt sær eitt netverk. Eg haldi, at svenskarir minna nógv um føroyingar, og hetta ger tað kanska lættari at fella til. Tað svenska málið er eisini lætt at læra, so aftaná eina tíð byrja folk at spyrja, hvar í Stockholm tú kemur frá. 

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin?

 

 - Ikki tosa danskt, men royn ístaðin at tosa okkurt, sum líkist svenskum (danskt uppá tann føroyska mátan), so dugir tú svenskt, áðrenn tú veist av! …og keyp eina súkklu!

 

Rúna Andreassen, 23 ár, lesur námsfrøði á University College Nordjylland (UCN) í Aalborg

 

Hví valdi tú júst hendan býin?

 

 - Aalborg er vorðin er ein av stóru lestrarbýunum í Danmark, og býurin var altíð í mínum tonkum, tá ið eg skuldi byrja at hugsa um, hvar og hvat eg vildi lesa eftir miðnán.

Sjeikurin hjá mær flutti til Aalborg og byrjaði at lesa nakað áðrenn eg, og á tann hátt kundi eg fáa eina fatan av býnum og finna útav, um hetta var eitt stað, eg vildi búgva tey næstu árini, tí Aalborg var ikki ein býur, eg hevdi vitjað nógv frammanundan.

Býurin hevur ikki alt stressið, vit kenna frá teimum heilt stóru býunum, og tad tiltaði meg.

Eisini visti eg, at á skúlunum í Aalborg, verður stórur dentur lagdur á, at bólkaarbeidi fyllir nógv í lesnaðinum. Og tá ið alt kom til alt, so kundi Aalborg bjóda alt á lestrarøkinum, sum eg ynskti. So hjá mær var tad ikki eitt torført val um, at tað skuldi verða í Aalborg, eg skuldi búgva og lesa.

 

Hvussu er lestrarumhvørvið?

 

 - Skúlin eg gangi á liggur í útkantinum av Aalborg, men við góða busssambandinum ella á súkklu er lætt at koma fram. Á skúlanum eru góðar umstøður at sita og gera uppgávur. Eitt nú eru bólkarúm man kann arbeida í. Eisini eru nógvar kaféir runt í býnum, har man kann sita og gera heimaarbeiði.

Bókasavn er á skúlanum og so er eisini eitt stórt alment bókasavn mitt í býnum, ið nógv lesandi brúka heilt nógv.

Sjálvur skúlin er í gomlum hølum, men vit flyta skjótt í nýggj høli.

Á skúlanum gera tey eisini nógv fyri, at tey lesandi skulu fáa eitt gott samanhald. Vit byrjaðu við at fara á ein samansjóðingartúr, og eisini eru fleiri veitslur og onnur tiltøk á skúlanum á hvørjum ári. Og so sjálvandi fredagsbarrin, ið onkuntíð verður vitjað.

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar og er tað dýrt?

 

 - Um ein søkir í góðari tíð, er lætt at fáa íbúð. Prísirnir eru sera ymiskir - nýggju íbúðirnar eru sjálvandi væl dýrari enn tær gomlu. Harumframt er bíligari at búgva tætt við universitetið, enn inni í býnum. Men um ein samanber við leiguna í eitt nú Keypmannahavn, so er bíligt at búgva í Aalborg. Felags fyri allar íbúðirnar/kømrini er, at tað er lætt at koma til og frá býnum, við góða busssabandinum, ið er í býnum.

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin?

 - Yvirkomiligur býur – ikki ov stórur og heldur ikki ov lítil. Ikki tekur tað langa tíð, inntil ein kennur hann og kann ferðast runt, bæði til gongu, við bussi og á súkklu – tó hevur iPhone’in verið hent at havt nakrar ferðir. Fólkið er sera fitt - tey eru sum flestu danskarir, løtt at koma í samband vid og tosa heilt nógv um ikki so nógv.

Aalborg hevur eisini fleiri hugnalig almenn øki at vitja. Og so er tad sjávandi Jomfru Ane Gade, sum ein væntandi kann vitja nakrar ferdir sum lesandi í býnum.

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin?

 

 - Finn útav, hvar í býnum tín lesnaður kemur at verða, áðrenn tú søkir íbúð, tí universitetið og UCN eru spreitt út yvir allan býin. Soleiðis kanst tú tryggja tær, at tú ikki býrt alt ov langt vekk frá skúlanum.

Annars alt tað vanliga, sum at vita, hvar Ikea liggur, og nær seinasti bussurin koyrir.

 

Guðrið Alis Vestergaard, 22ár, lesur sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum. 

 

Hví valdi tú júst hendan býin? 


 - Eg valdi Tórshavn, tí eg gjarna vildi lesa í Føroyum ístaðinfyri uttanlanda, og ikki tí eg beinleiðis dámi serliga væl Havnina. Tað er tó einasti møguleikin, um ein vil lesa í Føroyum.

 

Hvussu er lestrarumhvørvið? 

 

 - Lestrarumhvørvið er sera gott! 

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar, og er tað dýrt? 

 

 - Tað er ikki so heilt lætt at finna íbúð. Ein er sum oftast heppin at kenna onkran sum leigar út, og var tað eisini í mínari støðu. Eg hevði ikki klárað at búð einsamøll, tí tað hevði eg ikki havt ráð til. Eg fái jú 3700 kr. í studningi, og leigan er 5500kr um mánaðin, og tá er væl sloppið. 

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin?

 

 - Nú havi eg verið nógv í Havn, og hon segði mær ikki so nógv, men fólk eru altíð vinarlig. Nógvar vinkonur búgva í Havn, so tað er deiligt, men eg sakni tað sosiala. Havnin hevur tó nógv at bjóða uppá, og havi eg ikki verið so grov til at útnytta tað. Ferðslan er yvirkomilig. Bussarnir koyra allatíðina, og er tað einki problem at koma aftur og fram frá skúlanum. 
At koma frá einari lítlari bygd og til stór býin er nokkso øðrvísi. Man hevur ikki tann saman friðin, tá man fer út at keypa inn ella fer út at koyra. Tó venur man seg skjótt við tað. 
Eitt eg skjótt fann útav eisini var, at norðoyingar elska suðuroyinga - verumáta og hvussu vit tosa. So tað er nokkso skeg! 

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin?

 

 - Havnin hevur nógv at bjóða uppá. Ein skal bert duga at koma í samband við fólk og útnytta tær góðu umstøðurnar.

 

Vidar Dahl, 23 ár, lesur Grunnskolelærer med musikk á Høgskolen i Bergen

 

Hví valdi tú júst hendan býin? 

 

 - Eg valdi at lesa í Bergen, tí mær hevur altíð dámt henda býin. “Byen blant de syv fjell” sum bergensarar siga. Bergen hevur eina fantastiska náttúru, og hetta var nakað, sum eg vildi vakna upp til, tá ið eg fór út um hurðina ávegis í skúla. Eisini var eg hugtikin av norska málinum og vildi gjarna mennast á hesum økinum. Eg havi nógva familju í Norra og var vanur við at ferðast henda vegin sum lítil, hetta hevur allarhelst verið eitt startskot til lestrarvegin. Eisini visti eg, at Bergen hevur nógvar møguleikar innan tónleikin, og hetta var nakað sum eg vildi royna og uppliva.

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin?

 

 - Lestrarumhvørvið í Bergen er hugnaligt. Bergen er ein gamal býur, har húsini standa tætt saman við nógvum café’um, handlum o.s.fr.. Har eru góður møguleikar til bókasavn og ymisk sentir fyri studentar, har ein kann seta seg niður at lesa/diskutera saman við vinum. Mær dámar væl støði á lestrinum, og ofta eru nógvir spennandi fyrilestrar. Tað er altíð nógv sum hendir í Bergen, og vit studentar fáa ofta serprís til ymisk tiltøk.

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar og er tað dýrt?

 

 - Sjálvur havi eg ikki leiga íbúð í Bergen. Eg havi búð hjá familju fyrsta árið. Eg veit tó frá vinum, at hetta hevur verið ringt at fáa fatur á, serliga tá ið hugsað verður um prísin. Prísurin í Norra er høgur fyri okkum útlendingar. Eg veit tó um vinfólk, ið eru úr Keypmannahavn og aðra staðni, sum búgva saman við øðrum, har tey deila køk, bað og wc. Hetta er ofta ein haldgóð/bílig loysn og óivað sosialt spennandi eisini. Sjálvur vóni eg at fáa eitt kamar í Bergen einaferð.

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin?

 

 - Mín heildaruppliving av Bergen var sera góð. Eg búgvi í einum býarparti í Bergen, ið eitur Åsane. Tað er ein minnið býur, har stórbýareyðkenni fellur til viks. Tað dámdi mær væl. Eg gangi nógv túrar í fjøllunum fyri at fáa íblástur til lestur, og fyri meg hevur hetta verið ein umráðandi partur av gerandisdegnum. Mær dámar væl busssambandi í Bergen. Bussar koyra 10’inda hvønn minutt, og øll lesandi fáa studentprís uppá mánaðarkort við bussinum. Inni í býnum koyra smá tok, tað sum á norskum verður kalla Bybanen, har sama busskort er galdandi.

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin?

 

 - Eg vil gjarna viðmæla Bergen sum lestrarbý. Nøkur góð rá vildi verið, at vera opin fyri at læra málið bæði munnligt og skriftligt. Eisini at duga at spara pening, tí ein kemur ofta út fyri ymisk “semesteravgift” í samband við skúla. Hav eitt gott samband við flokkin, frá byrjanini av lestrartíðini og verð opin fyri at møta nýggjum fólkum.

 


Helgi Dam Ziska, 24 ár, lesur MA Economics á University of Edinburgh
 

Hví valdi tú júst hendan býin? 


- Eg valdi at søkja inn á Edinburgh, tí beiggjarnir høvdu fortalt, at tað var ein hugnaligur og lívligur býur, og tí universitetið skuldi eitast at vera rímiliga gott. Eitt, sum vigaði nógv í avgerðini at fara til Skotlands, var, at lestrarskipanin har er lutfalsliga fleksibul. Fyrstu semestrini velur man sær hjáfak at hava við síðuna av høvuðsfakinum, og so kann man evt. skifta høvuðsfak, um man dámar okkurt av hinum betur. Hetta helt eg vera ein góðan møguleika at hava, tí sum nógv onnur var eg ikki heilt vísur í, um útbúgvingin, eg hevði valt, var tann rætta. 


Hvussu er lestrarumhvørvið? 


- Trý universitet eru í býnum, so hann er fullur av lesandi. Á mínum universiteti eru flestu universitetsbygningarnir savnaðir á einum stað, campus, við studentabarrum og kaffihúsum umhvørvis, so lestrarumhvørvið er lívligt. Universitetið hevur somuleiðis eina rúgvu av sokallaðum societies - alt frá Astronomy Society til Beer Brewing Society til Chess Society til Arabic Bellydancing Society -, sum fólk ganga til um kvøldarnar. Hesi skipa fyri samankomstum og tiltøkum, og tað ger tað lætt bæði at dyrka ymisk áhugamál og at møta fólki. 


Er tað lætt at finna íbúð/kamar, og er tað dýrt? 


- Fyrstaárslesandi eru tryggjað kamar gjøgnum universitetið. Alt íroknað kostar tað typiskt um 4000 kr fyri egið kamar við felagskøki, sum man deilir við trimum ella fýra øðrum. Aftaná fyrsta árið er vanligt at leiga størri íbúðir saman við vinfólki. Tá verður tað oftast eitt sindur bíligari, men framvegis kanska um 3500 kr, so munandi dýrari enn kollegiir í Danmark. Hinvegin eru summarferiurnar í Skotlandi langar - fýra mánaðar er nokkso vanligt -, so tá kann ein royna at vinna oyruni innaftur. 


Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin? 


- Hon var positiv. Eg helt beinanvegin, at Edinburgh var ein sjarmerandi býur. Mær dámdi væl tær smølu og kringlutu gøturnar og tey gomlu húsini. Býurin var hvørki ov stórur ella ov lítil (har býr knøpp hálv millión), og tað, at eg kundi ganga til alt var øgiliga deiligt. Býurin virkaði, og tað ger hann enn, eisini friðarligur, og eg kendi meg tryggan allastaðni. 


Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til býin? 


- Bara at fara út.
 
 
 


Hjørdis Mohr, 25 ár, læknalesandi, Pomorski Uniwersytet Medyczny w Szczecinie(Pomeranian Medical University)

 

Hví valdi tú júst hendan býin? 


 - Tí eg hevði hoyrt um hann í ”markleys útbúgving” og visti av, at føroyingar vóru staddir har frammanundan. Tískil hevði eg onkran, eg kundi samskifta við um skúlan og onkran, sum var líka langt heimanífrá sum eg. Og so sjálvandi eisini tí, eg ikki kom inn í Danmark.

 

Hvussu er lestrarumhvørvið? 


 - Mær dámar væl umhvørvið. Ein fær skjótt vinir, og øll eru jú langt heimanífrá og hava ikki vinir og bakland í nærumhvørvinum. Harafturat eru eldri næmingar skjótir at hjálpa teimum nýggju. 
Vit hava bókasavn, sum er opið til kl 19.00 gerandisdagar og so ein lesikjallara í universitetsbygninginum, sum er opin til kl 00.00 og 02.00, tá próvtøkutíð er, so eg skal ikki klaga. Av og á haldi eg tó, tað kundi komið væl við, um bókasavnið var opið longri, tá próvtøkurnar nærkast. 

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar, og er tað dýrt?


 - Ja, tað er rímiliga lætt. Vit hava eina heimasíðu, har næmingar, sum eru liðnir, leiga sina íbúð út, og vit hjálpa hvørjum øðrum at finna góðar meglarar. Prísirnir variera sjálvandi sum alla aðrastaðni, og tað er bíligari at búgva saman við onkrum heldur enn at búgva einsamallur.
Tað er eisini ein fyrimunur, at um ein einki hevur funnið, áðrenn ein kemur til Pólands, sleppa ein inn á eitt næmingaheim (les sera ólekkurt), og har kann ein búgva so leingi ein klárar fyri ein bíligan penga. Har kann ein møta fleiri næmingum úr skúlanum, so eg vil ráa øllum til at búgva minst eina nátt á Eskulap.

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til býin? 


 - Eg var faktiskt ordiliga positivt yvirraskað. Eg roknaði við, at nú skuldi eg aftur í steinøldina  at búgva í einum býi fullum av gráum betongklossum (mega fordómsfull), men her er fínasta slag. Tað er eitt sindur skitið kanska, men tað eru so nógvir aðrir stórbýir eisini. 
Mítt inntrykk av fólkunum er minni positivt. Eg haldi, tey eru rættiliga skjót at svara nei, óansæð hvat ein spyr. Tey geva sær als ikki stundir til at so mikið sum royna at skilja, hvat ein spyr um. Men nú, tá ein so byrjar at læra málið eitt sindur, gongur betur. Tey blíðkast beinanvegin, um ein roynir at stama okkurt á pólskum, og so kann ein skifta til enskt, og tey royna at svara, so frætt tey kunnu. Tað er bara at brúka stórar rørslur(so fær ein eisini pulsin upp. Mega pluss). 
Ferðslan er á heilt góðari leið. Sporvognar koyra til og frá hospitalinunum í býnum, so har er eingin trupulleiki at koma í og úr skúla. Um ein so er eitt sindur av einum b-menniskja og dámar væl at sova til, beint áðrenn skúlin byrjar, so kosta hýruvognarnir ikki alla verðina. Tað plagar at liggja á uml 20 kr. frá teimum best dámdu bústaðarøkjunum hja okkum lesandi á english program.


Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til Szczecin?


 - Tað er nógv pappírsarbeiði til umsóknina, og nógvar ymiskar royndir ein skal taka, tildømis tuberklar, HIV, røntgen myndir o.s.fr, so byrja í góðari tíð. Ein finnur alla kunning á www.pum.edu.pl. Harafturat hava vit føroyingar, sum lesa har, eisini ein bólk, har ein kann spyrja okkum um ymiskt, um ivamál eru ( https://www.facebook.com/groups/440212712695675/ ).

Til seinast vil eg so siga, at ein skal koma við einum opnum sinnið, tí so gongur lættari at tilpassa seg nýggju mentanina.

 

Sólja av Skarði, 23 ár, lesur etnologi á Háskóla Íslands

 

Hví valdi tú Reykjavík?

 

 - Tá ið eg var 12 ára gomul, lósu foreldrini hjá mær í Reykjavík í eitt ár. Eg búði tí eisini í Reykjavík í nakrar mánaðir ta tíðina. Mær hevur altíð dámað væl býin, og havi tí eisini altíð ætlað mær at flutt aftur til Reykjavíkar at lesa.

 

Hvussu er lestrarumhvørvið?

 

 - Eg lesi á Háskóla Íslands (HÍ), ið er tað størsta universitetið í Íslandi. HÍ liggur sera væl fyri, stutt frá miðbýnum. Mær dámar væl atmosferuna á skúlanum, tí umframt íslendingar, eru eisini nógvir skiftisnæmingar úr øllum heiminum ið lesa á HÍ. Tað eg haldi gevur skúlanum ein serligan altjóða dám. Skúlin er væl útgjørdur við lesisalum, landsbókasavnið er beint við, ein feit studentabarr er í kjallaranum, og sum heild er eitt lívligt lestrarumhvørvi á Háskóla Íslands.

 

Er tað lætt at finna íbúð/kamar og er tað dýrt?

 

- Eg vil ráða øllum sum ætla at lesa á Háskóla Íslands til at skriva seg upp til íbúð á stúdentagörðum. Har kanst tú fáa eina fína lestraríbúð annaðhvørt beint við skúlan, ella í miðbýnum, fyri ein fínan prís. Tíverri hava tey sum lesa á øðrum universitetum í Reykjavík ikki sama møguleika. At finna íbúð/kamar í Reykjavík kann annars vera eitt sindur trupult og gerast dýrt, men tú kanst eisini verða heppin, serliga um tú kennur tey røttu fólkini.

 

Hvussu var tín heildaruppliving, tá tú flutti til Reykjavíkar? 

 

  - Íslendingar eru eitt sera fitt fólkaslag og eru nakað líkir føroyingum, eitt sindur afturlætnir. Men tá ið tit so eru komin at kennast, so kennast tit ordiliga. Tí er tað lætt at fella til í Íslandi, haldi eg. Reykjavík er ein deiligur og fjølbroyttur býur við einari rúgvu av hugnaligum kaféum, og einum ríkum mentanarlívi. Tú keðir teg ikki í Reykjavík. Hóast býurin hevur ein rættan stórbýarstemning, er hann ikki so stórur í vavi, og tað er lætt at finna runt. Busssambandið er okey, men ein kann væl klára seg á súkklu í Reykjavík, og koma skjótt runt.

 

Hevur tú nøkur góð ráð til lesandi, ið flyta til Reykjavíkar?

 

 - Tað er umráðandi at seta seg inn í tað íslendska málið áðrenn ein flytur til Íslands. Hóast føroyskt og íslendskt eru lík mál, er ikki eins lætt at læra íslendskt, sum nógv vilja vera við. Reykjavíkingar duga ótrúliga væl enskt, og hava lætt við at bara tosa enskt ístaðin fyri íslendskt við føroyingar. Um útbúgvingin tú skalt lesa er á íslendskum, kann tað kennast ótrúliga trupult at fáa høvd og hala á øllum tí sum gongur fyri seg rundanum um teg, og at skilja nakað sum helst av tí sum lærararnir siga. Hóast eg sum barn lærdi nakað av íslendskum, helt eg tað vera sera ringt, tá eg beint eftir student fór til Reykjavíkar at lesa. Eg helt meg ikki skilja nakað sum helst, og valdi tí at skifta frá antropologi yvir til at lesa íslendskt í eitt ár fyrst, fyri at koma betur inn í málið. Tað eri eg sera glað fyri at eg gjørdi, og eg føli, at tað hevur hjálpt mær væl, tá ið eg eftir ein lestrarsteðg, aftur flutti til Reykjavíkar. Eg skal tó ikki taka mótið frá øðrum, ið ikki duga málið, og eg veit um fleiri ið ikki dugdu íslendskt áðrenn tey komu til Íslands, men sum klára seg fínt í síni útbúgving, og eftir nakrar mánaðir tosa frálíkt íslendskt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.