Tí tað er í Nolsóy eg vil...

Tí tað er í Nolsóy eg vil...
Árligi endabresturin á summarsins mongu festivalum og stevnum, Ovastevnan, byrjar í dag.
15.08.2014 - 18:30

Ovastevnan í Nólsoy er byrjað, og Röddin hevur kannað, hvat fólkið kann uppliva næstu dagarnar.

 

Terji Rasmussen hevur opnað barrina Maggies í Nólsoy, sum uttan iva er verd at vitja á ovastevnu. Har verður livandi tónleikur bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Fríggjakvøldið frá kl. 20-22 verður tað sjálvur Terji Rasmussen, sum spælir, meðan Dánjal og Bjarki, spæla leygarkvøldið frá kl. 20-22.

 

Eisini hava Nólsoyingar sína egnu kabarett, sum verður víst hvørja Ovastevnu. Í ár undir heitinum ”Grind Propp – stopp the brok”. Kabarettin verður víst í Royndarhúsinum fríggjakvøldið kl. 20.00, leygarkvøldið kl. 17.00 og 20.00, sunnukvøldið kl. 20.00 og mánakvøldið kl. 20.00.

 

Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er eisini møguleiki at uppliva livandi tónleik.

Fríggjakvøldið kl. 00.00 spæla Signar í Homrum og John í tjaldinum á keiini.

Leygarkvøldið frá kl. 22.00 skiftast Jens Marni og Eyðun Nolsøe um at spæla í tjaldinum á keiini, og í tjaldinum á vøllinum frá kl. 22.00 skiftast Páll Finnur Páll og ROX við Signar Í Homrum um at spæla.

 

Árliga svimjingin um Nólsoyarfjørð verður skotin í gongd leygarmorgunin, har svimjarirnir leypa á bláman Yviri við Strond kl. 09.00.

 

Kl. 15.00 kemur Regattan til Nólsoyar, og er man svangur, so er ókeypis suppa at fáa í tjaldinum á keiini.

 

Leygardagin, kl. 16.00 og kl. 19.00 undir Mikkjalsveggi, vísir Nicolaj Falck fram sjónleik um ferðina hjá Ova.

 

Eisini eru nógv onnur spennandi tiltøk á Ovastevnuni, lesið meira á www.torshavn.fo.

 

Nólsoyingar standa hvørt ár saman um at skipa Ovastevnuna, sum er uppkallað eftir Ova Joensen, sum róði frá Nólsoy til Keypmannahavnar í 1986. Ove Joensen setti í sínari tíð ferð á eina verkætlan, um at byggja svimjihyl í Nólsoy. Í dag hevur Ovastevnan til endamáls at savna inn pening til svimjihylin í Nólsoy.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.