Gull úr goymsluni

Gull úr goymsluni
Mikudagin 20 august letur ein nýggj framsýning við heitinum "Listafólk og fólk í list" upp á Listasavni Føroya
19.08.2014 - 11:30

Tað eru tær báðar Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther, ið hyggja við ungum eygum í listagoymsluna á savninum, og velja burturúr til eina framsýning. Goymslan á Listasavni Føroya er á tremur við list, har eru fleiri enn 2000 listaverk.

 

- Tað er soleiðis, at eg lesi listasøgu á Københavns Universitet, greiðir Dagmar frá, og Solveig ætlar sær at lesa listasøgu í Onglandi nú, og vit arbeiða á listasavninum í summar. Tað vísti seg, at framsýningarhøli var tókt í ein knappan mánað, og í tí sambandi gav stjórin á listasavninum, Nils Ohrt, okkum møguleikan at fara í listagoymsluna á savninum og velja verk til eina framsýning.

 

Á framsýningini eru verk leitað fram, ið øll hava tað til felags, at tey mynda menniskju. Tað er eitt breitt úrval av verkum og listafólkum umboðað. Tað er alt frá tekningum til bringumyndir, frá S.J. Mikines til Bárð Oskarsson.

 

- Í goymsluni funnu vit óteljandi áhugaverd listaverk, og vit høvdu fleiri ymisk temu uppi at venda. Vit løgdu tó til merkis, at tað vóru sera nógv verk við andlitum og fólkum. Tí hildu vit, at tað kundi verið spennandi at gjørt eina framsýning við øllum hesum verkum. Ein stórur partur av serliga eldru føroysku listini er merktur av náttúru og náttúrulýsing, og vit hildu tí, at tað kundi verið áhugavert eisini at sýnt fram, hvussu fólk og andlit verða lýst og viðgjørd í føroysku listini heilt upp til okkara tíð.

 

Verkini verða sýnd fram eftir myndevni, soleiðis at møguleiki verður at uppliva ymisku teknikkirnar, listafólkini og samtíðarrákini í einum dynamiskum samanhangi.

 

- framsýningin er ein upplagdur møguleiki at kanna listagoymsluna við ungum eygum. Vit valdu at leggja ein stuttligan og frískligan vinkul á kurateringina. Í staðin fyri at skipa framsýningina eftir listafólkum, árstølum ella visuellum medium, hava vit skipað hana eftir myndevni. Á tann hátt koma øll verk av til dømis børnum at hanga saman, og á sama hátt við kvinnum, abstraktum fólkum o.s.v. Tað gevur møguleika fyri at uppliva ymisleikan í teknikki, mediu, tíðarrákum og listafólkum.

 

Famsýningin byrjar í morgin, og er opin fyri almenninginum inntil 14. septembur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.