Munnu foreldrini verða stolt?

Munnu foreldrini verða stolt?
Í allarflestu tilfeldum fáast børnini hjá teimum kendu við nøkulunda tað sama, sum foreldrini, men koma tey nakrantíð at uppnáa somu succes?
19.08.2014 - 09:15

Paris-Michael Katherine Jackson, sum er dóttir Michael Jackson, er 16 ára gomul og longu ein lovandi sjónleikarinna. Hennara fyrsti leiklutir sum sjónleikarinna í einum spælifilmi kemur út í 2015.

 

 

Will Smith hevur trý børn, Trey, Jaden og Willow Smith.  Jaden Smith, sum er 16 ára gamal er longu bæði sjónleikari, rappari og dansari. Hann hevði sítt filmsgjøgnumbrot í filminum “The Pursuit of Happiness” og gjøgnumbot sum rappari við sanginum “Never Say Never”.

Dóttir Will Smith, Willow Smith, er 13 ára gomul og er eisini bæði sjónleikarinna og sangarinna. Hennara fyrsta hitt var sangurin “Whip my hair”, sum kom út í 2010.

 

 

Miley Cyrus er dóttir til kenda countrysangaran Billy Ray Cyrus. Miley Cyrus debuteraði í sjónvarpsrøðini Doc, áðrenn hon fekk ein leiklut í filminum “Big Fish”. Í 2006 bleiv hon kend fyri leiklutin sum Hannah Montana á Disney Channel. Hon hevur síðani útgivið fleiri fløgur og spælt fleiri filmar. Í dag er hon serliga kend fyri løg sum “Party in the USA” og “Wrecking Ball.”

 

 

Boksilegendan Mohammed Ali hevur eina dóttir, Laila Ali, sum í dag er 36 ára gomul. Hon byrjaði at boksa sum 18 ára gomul, og hevur vunnið 24 út av 24 møguligum dystum. Mohammed Ali dámdi einki, at dóttir hansara vildi vera professionellur boksari.

 

 

Bob Marley eigir ikki minni enn 13 børn. Og út av hesum 13 hava millum annað synirnir Ziggy, Stephen og Damian fingið eina yrkisleið eins og pápin. Ziggy Marley er forsangari í bólkinum “Ziggy Marley and the Melody Makers”, har Stephen Marley eisini er við. Damian er eisini reggae tónleikari.

 

 

Nancy Sinatra, sum er dóttir Frank Sinatra, er í løtuni nokk kendast fyri lagið “Bang Bang (My Baby Shot me Down)” hjá Cher, av tí at David Guetta hevur gjørt eitt remix av hesum lagnum. Nancy Sinatra er 74 ára gomul og hevur haft eina langa yrkisleið, men náddi tó einans at fáa success í Europa og Japan.

 

 

John Lennon hevur tveir synir, men við tveimum ymiskum konun. Elsti sonurin Julian Lennon er sonur John Lennon og Cynthia Powell. Hann er í dag 51 ára gamal og spælir eisini tónleik. Julian Lennon var inspiratiónin til einki minni enn trýggjar Beatles sangir, "Lucy in the Sky with Dyamonds", "Hey Jude" og "Good Night". Yngri sonurin, Sean Taro Ono Lennon, sum er sonur John Lennon og Yoko Ono er eisini sum pápi sín ein tónleikari. Sean Lennon er 38 ár og spælir rock tónleik. Hann hevur verið aktivur á tónleikapallinum í 23 ár.

 

 

Alison Eastwood er dóttir sjónleikaran Clint Eastwood. Hon er 42 ára gomul, og er sjálv sjónleikarinna, filmstjóri, model og sniðgevi. Alison hevur millum annað poserað nakin fyri Playboy í 2003. Útyvir hetta, hevur hon spælt við í nógvum filmum, tann næsti kemur út í oktobur í ár.

 

 

James McCartney, einasti sonur Paul Mccartney, er í dag 36 ára gamal, býr í London har hann spælir og skrivar tónleik. Hann hevur tikið lut í fleiri av albummunum hjá foreldrunum, millum annað ”Flaming Pie” og ”Driving Rain” hjá Paul McCartney og ”Wide Prairie” hjá Lindu McCartney. Sjálvur hevur hann útgivið tvær EP’ir og eina plátu.

 

 

15 ára gamla Reginae Carter er dóttir kenda rapparin Lil Wayne. Reginae Carter, eisini kend sum Baby Carter, er hip hop og R&B sangarinna. Lil Wayne hevur hildið eina pausu frá sínum egna tónleikið fyri at loyvað dóttrini fram í ljósið. Hon hevur útgivið sína fyrstu single, ”Mind Goin Crazy."

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.