Stoyt ísvatn á teg, og stuðla einum góðum endamáli

frá vinstru: Lady Gaga, Justin Bieber, Rita Ora og Liam Hemsworth
Stoyt ísvatn á teg, og stuðla einum góðum endamáli
Vit hava áður sæð fólk botnað eina øl ella loypa á sjógv, nú skal man hvølva eina spann av ísvatni útyvir seg
22.08.2014 - 13:00

Tað nýggja rákið verður kallað “Ice Bucket Challenge”, og hevur seinastu  tíðina verið nógv at sæð til á teimum sosialu miðlunum so sum Facebook, Twitter og Instagram.

 

Rákið gongur út uppá at tilnevna hvønn annan til at stoyta ísvatn útyvir seg innan 24 tímar, ella at veita pening til gransking og upplýsing av sjúkuni ALS (Amyotrophic lateral sclerosis). ALS er ein sjáldsom motorisk nervasjúka, ið rakar umleið 3,9 út av 100.000 menniskjum.

 

Nógv hava valt, at bæði hella vatn útyvir seg og geva pening til felagsskapin á www.alsa.org.  Sambært New York Times eru tað síðani endanum av juli mánaði sendir yvir 13 milliónir dollarar inn til felagsskapin, í mun til somu tíð síðsta ár, har tað komu 1,7 milliónir dollarar inn. Tey hava fingið 9 ferðir meira enn tey eru von við.

 

Tað eru serliga nógv kend fólk, ið hava gjørt um seg í rákinum. Eitt nú hava Oprah Winfrey, Bill Gates og Steven Spielberg givið pening, og fingið stoytt ísvatn útyvir seg.

 

í klippinum niðanfyri kanst tú eisini síggja amerikanska sjónvarpsvertin Jimmy Fallon, Rob Riggle, Horatio Sanz, Steve Higgings og The Roots gera hetta. 

 

 

 

Enn hevur rákið ikki verið nógv at sæð í Føroyum, men tað kann verða hvørja løtu.

 

Hvat halda tit um tílík átøk? Er tað ein góður háttur at upplýsa og samla pening inn til gransking av sjúkum, og høvdu tit luttikið? Viðmerkið tykkara meining niðanfyri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.