Smakka heimin í Keypmannahavn

Ymsu mentanirnar verða hátíðarhildnar á Prags Boulevard á Amager
Smakka heimin í Keypmannahavn
Skipað verður fyri gøtufestivali á Prags Boulevard á Amager. Endamálið er at hátíðarhalda ymsu mentanirnar í Danmark.
23.08.2014 - 13:30

Møguleiki er fyri at uppliva alskyns mentanir á Prags Boulevard í dag, tá ársins  "Smakka Heimin"-festivalur fer av bakkastokki. Tað er Beskæftigelses- og Integrationsforvaltningen og Copenhagen Cooking, sum skipa fyri.

 

Nógv er á skránni hendan festivalin. Á gøtuni eru nógvir básar, har festivalgestirnir millum annað kunnu fara inn at keypa sær at eta, fáa henna-tatoovering ella læra at seta eina turban. Eisini er tónleikur og dansur á skránni.

 

Festivalurin heldur fram til kl. 21 í kvøld. Ókeypis atgongd.

 

Síggj skránna her 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.