- Sum barn hevði eg einki tamarhald á minum hugflogi

- Sum barn hevði eg einki tamarhald á minum hugflogi
Tað sigur Jan Nystrøm í samrøðu um tón- og myndlist sína.
26.08.2014 - 14:30

32 ára gamli Jan Nystrøm hevur seinastu tíðina verið nógv úti um seg bæði innan tónlist og myndlist. Í tí sambandi hevur Röddin fingið eitt skjótt orð á unga listamannin:

 

- Alt tað, eg minnist, havi eg teknað. Sum barn hevði eg einki tamarhald á minum hugflogi. Eg hugdi at nógvum filmum og fekk eisini stóran íblástur frá teim mongu teknirøðunum, eg las, greiðir Jan frá.

 

Í 2004 fór Jan á Holbæk Kunsthøjskole og í 2011 á The Drawing Acadamy í Viborg. Hann hevur havt nógvar listaframsýningar og tók m.a. lut í ársins Várframsýning í Listaskálanum, har hann sýndi fram sín fyrsta stuttfilm. Harumframt hevur Jan eisini verið virkin innan tónleikin í fleiri ár:

 

- Minnist meg rætt, so keypti mamma mær mín fyrsta gittara, tá eg var 16 ára gamalur. Eg spældi nógv fyri meg sjálvan, og so kom eg at kenna nakrar havnamenn, sum bjóðaðu mær uppí tónleikabólkin Krit. Vit larmaðu í nøkur ár, men bólkurin kom til ein enda, og vit fóru hvør til sín at royna nýggj prosjektir. Nú eri eg farin yvir til tað meira elektroniska, men tónleikaligi stílurin kann altíð broytast.

Umframt Krit, hevur Jan spælt við Nin10do og Nystrøm, sum er nýggjasta tónleikaliga verkætlan hansara. - Sum listamaður er prosjektlistin endaleysur, men bara í ár havi eg hjálpt til sum listamaður á Frigg festivalinum, G! festivalinum og Summarfestivalinum, sigur Jan við Röddina.

 

Spurdur, hvar hann finnur íblástur, svarar Nystrøm:

- Íblásturin kemur frá øllum. Filmum, myndlist, tónleiki, lívsroyndum, men eisini bara frá at hvørva í mínum egna høvdi.

 

- Eg dugi rættiliga illa at planleggja, so eg royni bara at taka ein dag í senn, men eg vænti, at eg fari út at fjakka skjótt. Dreymurin er at kunna liva av at gera tað, sum ger meg glaðan. At vera kreativur, spæla tónleik og hava eitt gott lív.

 

Spurdur, hvørji ráð hann hevur til onnur uppkomandi listafólk, svarar Jan púra greitt:

 

- Ikki ger tað fyri at gleða onnur. Ger tað fyri at útforska teg sjálvan.


Síggj myndlistina hjá Jan her.

Hoyr tónleikabólkin Nystrøm her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.