Fløgurnar í mínum lívi: Guðrið Hansdóttir

Sigríður Ella Frímansdóttir
Fløgurnar í mínum lívi: Guðrið Hansdóttir
Í táttinum “Fløgurnar í mínum lívi” hyggja vit í fløgusavnið hjá føroyskum tónleikarum. Hesa ferð er tað poppdrotningin úr Byrta, Guðrið Hansdóttir, sum stendur fyri skotum.
29.08.2014 - 11:30

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár og hevur fleiri útgávur á baki. Í seinastuni hava vit mest sæð hana á palli sum forsangari í Byrta. Í hesum táttinum hyggja vit nærri at nøkrum av íblástrarkeldunum, sum hava fylgt henni á yrkisleiðini.   

 

 

 

Mín fyrsti kærleiki

- Hendan plátan, haldi eg, er ein av teimum bestu plátunum, sum nakrantíð eru komnar út. Hon er 12 ára gomul, men heldur 100% enn og er tíðarleys. Heilt sikkurt ein ”all time classic”. Eg minnist fyrstu ferð, eg hoyrdi The Cardigans við lagnum ”Sick and Tired” á MTV í 1996. Eg var totalt seld og havi verið stórur Cardi-fan líka síðan. 
Allir sangirnir eru góðir á plátuni, og produktiónin, sangskrivingin og arrangementini eru sera væl úr hondum greidd. Røddin hjá Ninu Persson er fantastisk, og hon er heilt sikkurt ein av mínum yndis songkvinnum. Øll, sum eru áhugað í kvalitetspoppi, skulu lurta eftir hesi plátu frá byrjan til enda.

Yndisløg : Lead Me into the Night og Couldn't Care Less

 

 

 

Opinberingin

- Fyri 10 árum síðani uppdagaði eg hesa fantastisku songkvinnu. Eg hevði hoyrt okkurt hjá henni í 90unum , men tað var ikki fyrr enn í 2004, at eg veruliga fór at seta meg inn í hennara tónleik. Hon er ein av mínum yndisartistum, og hon hevur eitt ótrúliga spennandi univers, har mann veruliga kann finna íblástur sum bæði sangskrivari og artistur.
Eg havi eitt sindur ringt við at velja bara eina fløgu hjá henni.” Sensual World ”og ”Hounds of Love” eru eisini fantastiskar, men ”The Dreaming” er nakað heilt serligt. Við hesi plátuni var tað fyrstu ferð, hon royndi seg sum produsara, og útgávan er sera ekspermenterandi og ókommerciel. Hon floppaði eisini á hitlistum og í sølu, tá hon kom út. Fyri meg er hendan fløgan kortini ótrúliga vøkur, løgin, flott og ræðandi. Eitt satt meistaraverk. Íslenska Bjørk hevur eisini sagt, at hetta er hennara yndispláta nakrantíð.

Yndisløg: Houdini og Suspended in Gaffa

 

 

Í dag lurti eg eftir...

Eg lurti nógv eftir nýggjum tónleiki eisini og fari at velja eina plátu, sum er komin út í 2014, og tað er nýggjasta fløgan við Lana Del Rey. Síðan eg hoyrdi lagið ”Born to Die”, havi eg lurtað nógv eftir Lana. Hon hevur eina flotta myrka rødd, sum ikki roynir at imponera nakran. ”Born to Die” var ein fín fløga , men ”Ultraviolence” er so nógvar ferðir betri og er sera gjøgnumførd, hevur eitt kul ljóð og feitt arrangement. Røddin hjá Lana kemur betur fram, og løgini eru pissifeit. Hon hevur verið nógv kritiserað fyri at ikki at duga at syngja, men á hesi plátuni riggar tað 100 %, og hon syngur sum eingin annar, eg havi hoyrt fyrr. Hon hevur eisini ein øgiliga óvanligan stíl og koyrir nógv uppá bad girl image, og tað haldi eg, er kul. Hetta er ein av teimum bestu fløgunum, sum eru komnar út higartil í ár.


Yndisløg: Money Power Glory og West Coast

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.