Stílurin eftir Katju Andersen

Stílurin eftir Katju Andersen
- Eg gangi í klæðum hjá vinkonum, genbrug og hand-me-downs. 16 ára gamla Katja Andersen er hesa ferð avmyndað - síggj myndirnar niðanfyri.
01.09.2014 - 00:45
Lagt til rættis:
Alda Mohr Eyðunardóttir
 
 

Hevur tað nógv at siga, hvussu tú sært út?

 

- Ja, men tað er ikki tað, sum eg prioriteri hægst.

 

Hvar keypir tú tíni klæði?

 

- Eg keypi øgiliga sjáldan klæði, men tá eg geri, so er tað á Asos. Annars gangi eg í klæðum hjá vinkonum, genbrug og hand-me-downs.

 

Hvørjum kendum persóni, hevði tú viljað fingið klædnaskápið hjá?

 

- Eg dugi ikki at velja eitt frá einum kendum persóni, klæði eru eitt sindur meira persónlig. Hevði heldur sjálv viljað valt mítt egna nýggja klædnaskáp!

 

Hvat kundi tú ongantíð funnið uppá at farið í?

 

- Eina stramma blondublusu. Tað er uttan iva ljótasta plaggið, sum er uppfunnið.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.