Egin mynd
Birita Lamhauge Jóansdóttir: Miðaltalið kostaði átta ár
- Í átta ár hevði eg hug at grava mína egnu grøv hvønn 30. juli, tá eg ferð eftir ferð fekk at vita, at eg ikki kom inná sálarfrøðiútbúgvingina, sigur Birita Lamhauge Jóansdóttir
02.09.2014 - 08:45

Í átta ár hevur 30. juli ferð eftir ferð verið ein sorgardagur fyri Biritu. Henda dag fáa tey, ið hava søkt hægri lestur at vita, hvørt tey eru sloppin inn at á útbúgvingina ella ikki. Birita hevur hvørja ferð í sjey ár á rað fingið noktandi svar: Hon var ikki komin inn á dreymaútbúgving sína.

 

-Tað kendist líka ræðuligt hvørja ferð. Eg hevði hug til at grava mína egnu grøv. Tað gjørdist tyngri, hvørja ferð eg fekk noktandi svar frá útbúgvingini... Serliga, tá eg gjørdist eldri, bleiv tað tungt, tí eg metti meg faktiskt at væl kunna gjøgnumføra útbúgvingina, av tí eg hevði fingið mær nógvar royndir og førleikar innan sálarfrøðina, sigur Birita

 

Hóast Birita ikki er sloppin at lesa sálarfrøði, hevur hon tikið aðrar útbúgvingar. Hon er nú í holt við at gera sína master í sexologi lidna, og harafturat hevur hon eisini lisið „Æstestikk og kultur“. Eisini hevur hon verið forkvinna í Barnabata, har hon hevur arbeitt við børnum og ungum. Hon hevur eisini undirvíst – men gjøgnum alt hetta hevur hon alla tíðina hugsað um, hvat kann vera við til at betra um kvotu 2 umsóknina til sálarfrøði.

 

Krøvini hækkaðu alsamt

 

Sálarfrøði er ein av teimum útbúgvingunum, ið krevur hægst miðaltal fyri at sleppa inn at lesa, og kravið til miðaltalið hækkar alsamt. Tað merkti Birita eisini væl, tá 13-talsstiganum varð broyttur til 12-talsstigan. Tað sum hendi var, at um tú hevði 9,3 í miðal í gomlu skipanini, varð tín karakterur lækkaður niður á 9 í nýggja stiganum, men um tú hevði eitt sindur hægri, so sum 9,5 eftir gamla stiganum, varð karakterurin hækkaður upp á 10. Sera smáir munir í gomlu skipanini kundu sostatt hava stóran týdning í nýggju skipanini.

 

- Tað gjørdi alsamt verri fyri meg, tá unversitetið broytti kravið um støddfrøði c til støddfrøði b á næstan øllum útbúgvinum. Tað var ein stór avbjóðing, at skula supplera støddfrøði b.

 

Áttu at tikið fleiri inn gjøgnum kvotu 2

 

Birita heldur, at tað kann gerast ein vansi at loyva so fáum næmingum inn á kvotu 2, av tí at flokkurin verður so einstáttaður.

 

- Tað verður flatt, av tí at allur flokkurin hevur sama slag av næmingum – nemliga bara topp-karaktersnæmingar, sigur Birita.

 

Eisini vísir hon á, at tað er stórur munur á at megna at standa útbúgvingina og at klára at arbeiða í tí, sum útbúgvingin verður brúkt til.

 

Birita heldur so avgjørt, at tú fært nakrar betri heilar aftaná, um fleiri fólk verða upptikin umvegis kvotu 2.

 

Miðaltalið kostaði átta ár

 

Í dag er framtíðin hjá Biritu bjørt. Hon feldi gleðistár, tá hon sá teldupostin, har tað stóð, at hon var sloppin inn at lesa sálarfrøði. Eftir so langa tíð var vónin um at sleppa inn langt síðani fokin; men nú bar til.

 

-Eg plagi at skemta fyri mær sjálvari og siga, at nú fari eg at lesa alt tað, eg longu veit, men nú skal eg bara hava pappírini uppá tað, sigur Birita at enda.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.