- Diagnosan kendist sum ein lætti

Bjarta, tá hon hevði júst hevði fingið fólkaskúlaprógv á skúlanum við Áir.
- Diagnosan kendist sum ein lætti
“Ná, so tú hevur verið eitt sovorðið problembarn?” ljóðar spurningurin ofta, tá ið Bjarta greiðir frá, at hon hevur ADHD. Í dag gongur hon í HF, men vegurin niðan í Hoydalar hevur verið drúgvur.
17.09.2014 - 12:30

Damp-ungi og problembarn eru nøkur av orðunum, sum hava fylgt 21 ára gomlu Bjartu Helmsdal ígjøgnum alla hennara skúlagongd í fólkaskúlanum. Hóast eyðkennini vóru greið, fekk hon ikki diagnosuna ADHD, fyrr enn hon var 18 ár. Alt ov seint, heldur hon sjálv.

 

- Aftaná ein hálvan tíma í hvørjari lærugrein gerst tað tyngri og tyngri, og at enda fái eg onki við. Eg sovni í skúlanum. Eg hyggi allatíð eftir klokkuni. Serliga í støddfrøði, sum er eitt sindur hart. Eg gloymi lætt. Frisør-avtalur, um eg skal til lækna, ella um eg havi onkur rotin ørindi, so gloymi eg tey, greiðir Bjarta frá.

 

Trý ár eru liðin síðan, tað varð staðfest, at hon telist ímillum tey 4-5 prosentini, sum hava ADHD sum vaksin. Diagnosan er framvegis lutfaldsliga nýggj og verður sambært Bjartu møtt við nógvum fordómum og óvitan.  Mong trúgva rætt og slætt ikki, at nakað hald er í diagnosuni. “Áhja...? Eg haldi eisini, at eg havi damp” svara fólk onkuntíð speisk, tá hon greiðir frá sínari støðu.

 

Diagnosan kendist sum ein lætti

 

Longu í sjeynda flokki fór Bjarta úr fólkaskúlanum. Hon royndi aftur í 8. flokki, men tað gekk ikki frægari – hon hevði ilt við hugsavna seg, at vera still og var altíð móð. Ístaðin slapp hon umvegis kommununa at vera hjálparfólk í einum barnagarði. Hóast greiðu ábendingarnar gingu fleiri ár, áðrenn hon varð send til kanningar.

 

- Eg slapp til kanningar aftaná at hava bíðað í eitt heilt ár. Tað var beint áðrenn, eg bleiv 18 ár. Eg fór út á psykiatriska depilin, skuldi gera ymiskar royndir og royna at taka medisin. Tað bleiv so beinanvegin staðfest, at eg hevði ADHD, sigur Bjarta. Hóast diagnosan kendist sum ein stórur lætti, var Bjarta eisini ørg.

 

- Eg var ikki í so góðum lag akkurát tá. Eg var nokkso irriterað inn á, at vit ikki høvdu funnið útav tí áðrenn. Eg gav foreldrunum hjá mær skyldina, tí tey høvdu jú havt illgruna um tað. Við tíðini kom eg kortini meira niður á jørðina og byrjaði at skilja, hví alt hevur verið so strævið, hví eg havi klárað meg illa í skúlanum og altíð yvirreageraði.

 

Vit sita í Kaffihúsinum, sum er á tremur við barnafamiljum, turistum í regnfrakkum og stílaðum super-mammum, sum sussa yvir ein cafe latte. Bjarta tosar týtt og avgjørt. Hóast tað hevur verið ein drúgv leið at koma hagar, hon er í dag, er tað eyðsæð at unga havnargentan ikki er fallin í fátt. Hon er bjørtskygd og trívist væl millum nýggju floksfelagarnar í Hoydølum.

 

 

Trý ára bíðitíð at sleppa í skúla

 

Síðan diagnosan bleiv staðfest, hava heilivágur og læknaviðtalur verið ein vanligur partur av gerandisdegnum hjá Bjartu. Dreymurin hevur altíð verið at gerast námsfrøðingur, og hóast mótgangin var ongin ivi – í Hoydalar skuldi hon.

 

Í skúlanum við Áir kunnu fólk, sum av ymiskum orsøkum ikki klára seg í vanligu skúlaskipanini, taka fólkaskúlaprógv, men bíðitíðin kann vera sera long. Bjarta mátti bíða í trý ár, áðrenn hon slapp at gera seg lidnan við fólkaskúlan og kundi byrja at droyma um miðnámsútbúgving.

 

- Eg fekk faktiskt skide góðar karakterir við Áir. Nógv 10-tøl og 12-tøl, sigur hon brosandi.

 

Hví klára øll tað uttan eg?

 

Sum barn og tannáringur er tað ikki lætt altíð at vera øðrvísi. Serliga tá hon var yngri, hevði Bjarta trupult við at stýra kenslum sínum. Hendi okkurt eitt sindur keðiligt, bleiv hon ordiliga ill og breyt ting. Hendi hinvegin okkurt gott, bleiv hon øgiliga spent og sissaðist næstan ikki aftur.  

 

- Tannáringar eru tannáringar, men í mínum føri var tað so ekstremt, greiðir Bjarta frá. Hon passaði ikki so væl inn í skúlanum og fann sær heldur vinir, sum vóru eldri, og sum skiltu hana betur. Saman vóru tey nógv ung, sum plagdu at hanga út á Frælsinum til seint á kvøldi.

 

- Tað var ræðuliga deprimerandi ikki at klára at gera meg lidna við skúlan, hóast øll vinfólkini kláraðu tað uttan trupulleikar. Eg skilti heldur ikki hví. Eg skilti ikki, “hví skal eg útav øllum, øllum, øllum, sum eg kenni, ikki klára tað?” Øll hava klárað tað. Teir mest buldrasligu, ófantaligu dreingirnir hava klárað tað, og eg klári tað ikki.  

 

Rúsdrekka og ADHD kunnu vera eitt vandamikið bland, og nógvir býtúrar stóðu bert eftir sum svørt hol í minninum hjá Bjartu morgunin eftir.

 

- Tá eg bleiv 15-16 hendi tað bara okkurt í høvdinum hjá mær. Tað segði klikk, og eg fekk sovorðni black outs. Eg havi gjørt tey býttastu tingini. Sovorðið, sum eg aldrin í lívinum hevði funnið uppá vanligt. Eg var ljót ímóti fólki, bleiv ein keðiligur persónur, brúkti altíð for nógvar pengar og misti altíð okkurt vekk, suffar Bjarta.

 

Skipanin er ikki nóg góð

Í dag gongur hon næstan ikki í býnum. Yvirhøvur er nógv hent seinastu árini. Við hjálp frá læknanum hevur hon lært, hvussu hon skal leggja sín gerandisdag til rættis fyri at merkja minst møguligt til diagnosuna. Hon hevur kortini ikki bara gott at bera føroysku skipanini.

 

- Eg mátti bíða í meira enn eitt ár bara fyri at fáa staðfest, at eg hevði ADHD. Eg kom næstan altíð til ein nýggjan lækna, sum ikki kendi til mína støðu. Eg tímdi ikki eingongd at fortelja tað stóra, tí eg hugsaði “Eg síggi teg einaferð, og so síggi eg onkran annan næstu ferð”. Ein lækni fortaldi mær eisini einaferð, at eg hevði ADD og ikki ADHD, sigur Bjarta álvarsom og ristir við høvdinum. Tíbetur hevur hon fingið ein fastan lækna, sum hon vendir sær til nú. Hetta er ein lækni við serkunnleika í børnum við ADHD. Í Føroyum eru ongir læknar, sum eru serligt útbúnir at taka sær av vaksnum við diagnosuni.

 

Ymiskt er, hvussu fólk bera seg at, tá Bjarta greiðir frá diagnosuni hjá sær. Summi eru áhugað og geva henni høvi at greiða frá, meðan onnur skúgva tað til viks við svørum sum “Hvør hevur ikki ADHD”?

 

- “Ná, so tú hevur verið eitt sovorðið problem-barn?” siga nógv, tá eg greiði frá, at eg havi ADHD. “Ja... tað havi eg sikkurt.” Mann veit ikki, hvussu mann skal forklára tað fyri teimum, tí tey síggja bara eitt problembarn, greiðir Bjarta frá og heldur fram:

 

- Eg tími ikki at lurta eftir fólkum, sum siga, at ADHD ikki er til. Tað er lætt at siga, tá mann ikki livir við tí. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.