Rógvi Skaalum: Suðuroyingar eru ikki so galnir

Egin mynd
Rógvi Skaalum: Suðuroyingar eru ikki so galnir
- Eg havi altíð droymt um at flyta suður eftir. Eg vónaði at fara eitt sindur longri suður enn til Suðuroynna, men mær dámar so væl í Føroyum, at eg ikki tímdi av landinum.
17.09.2014 - 10:45

Tá miðnámspógvið er lokið, og húgvan komin upp á høvdið, eru tað mong, sum leita sær víðari út í heim, har tey ávikavist fara at fjakka ella lesa. So eru tað onnur, sum vera verandi í Føroyum og lesa ella taka eitt sabbatsár.

Ungi havnamaðurin Rógvi Skaalum tók heldur eina øðrvísi avgerð enn havnafólk flest. Hann valdi nevnliga at flyta til Suðroynna saman við Pætur, vinmanni hansara, har teir báðir arbeiða á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

 

- Eg havi altíð droymt um at flyta suður eftir. Eg vónaði at fara eitt sindur longri suður enn til Suðuroynna, men mær dámar so væl í Føroyum, at eg ikki tímdi av landinum, sigur Rógvi skemtandi.

 

Tað var vinmaður hansara, Pætur, sum bað hann koma suður við sær at arbeiða. Rógvi tók av og ringdi til virkið, har hann dagin eftir fekk arbeiði. Síðani flutti hann til Hvalbiar, har hann og Pætur nú stórtrívast.

 

- Tað mesta av tíðini fer við arbeiði, men tá eg ikki arbeiði, spæli eg nógv gittara, og royni at menna mína gastronomisku síðu og slappi av, greiðir Rógvi frá.

 

 

Fekk ein mentanarhvøkk

 

Tað fyrsta, Rógvi beit merkið í, tá hann kom suður, var, at tað var alsamt meira kalt, enn hann hevði væntað. Eisini bleiv tað eitt sindur av einum mentanarhvøkki, tá Rógvi fann útav, hvussu lítið av úrvali sølumiðstøðirnar høvdu. Tó heldur hann at Tvøroyri er ókey.

 

- Tað, sum skelkaði meg mest, var, tá eg fann útav hvussu nógv suðuroyingar lúgva um alt. Til dømis lærdi mín leiðari meg at tendra necrofilin á virkinum. Eg fann útav eitt sindur seinni, at maskinan faktiskt eitur ein platthaldari, sigur Rógvi flennandi.

 

Hóast alt heldur Rógvi ikki, at suðringar eru so galnir. Honum dámar væl, hvussu lívligir teir eru, og hvussu nógv teir gleða seg til eitt og hvørt í mun til havnafólk, har suðringar sambært Rógva koma langan veg bara fyri at fara í eitt nú dans.

 

- Suðuroyingar brúka meira kjaft og eru allatíðina ígongd, meðan norðingar eru meira avslappaðir, og tí tykjast norðingar at vera nógv keðiligari, sigur Rógvi

 

Rógvi vil mæla øllum havnafólkum, sum halda Havnina verra ov keðilig at fara til Suðuroynna at búgva í eina tíð. Tí hansara royndir vísa, at tá tú so kemur aftur til Havnar, verður hon brádliga eitt spennandi stað við nógvum lívi í.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.