Keypmannahavn: Síggj film um gøtulist ókeypis

Keypmannahavn: Síggj film um gøtulist ókeypis
Keðir tú teg hendan hósdagin í septembur, so hevur tú møguleika fyri at peppa hann eitt sindur upp. Ein filmur um eitt gøtulist projekt verður nemliga vístur í Bremen Teater í kvøld heilt ókeypis.
18.09.2014 - 11:45

Í kvøld er møguleiki fyri at síggja gøtulist dokumentarfilmin Inside Out: The People’s Art Project. Hann verður vístur ókeypis í Bremen Teater í Keypmannahavn.

 

Dokumentarfilmurin snýr seg um eitt interaktivt, online projekt hjá franska gøtulistarmanninum og aktivistinum JR, sum hann kallar Inside Out.

 

Projektið mælir samfeløgum til at definera týdningarmiklastu søk teirra gjøgnum svartar og hvítar myndir av einstøkum fólkum úr samfelagnum. Fólkið kann luttaka við at senda myndir av sær sjálvum til JR. Myndirnar verða síðani printaðar úr á kempi printarum og sendar aftur til fólkini. Tey kunnu hereftir sjálvi avgera, hvar á gøtuni í býnum, tey búgva í, myndirnar skulu hanga.

 

Umleið 135.00 fólk frá 98 ymsum londum hava verið við í projektinum .

 

 

Hvørja ávirkan hevur gøtulist

Dokumentarfilmurin verður sýndur sum ein partur av einum tiltaki, sum varpar ljós á, hvørja ávirkan gøtulist hevur á fólk, felagsskapir og býir.

 

Áðrenn filmin fer listakvinnan og gøtulist-dokumentaristurin, Katrine Ring, at greiða frá, hvat slag av list gøtulist er, og hvørji eyðkenni gøtulist hevur. Tá filmurin er liðugur, eru tað gøtulist serfrøðingar frá Streetheart, sum fara at práta um listarumhvørvið í Keypmannahavn, og hvønn týdning urban list kann hava í gerðini av felagsskapum.

 

Tað eru CPH:DOX og Bremen Teater, sum skipa fyri tiltakinum.

 

Hóast tiltakið er ókeypis, er neyðugt at bíleggja atgongumerki. Fá hendur á atgongumerkjum her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.