Stílurin: Jóhanna Niclassen

Stílurin: Jóhanna Niclassen
17 ára gamla Jóhanna býr í Miðvági, og gongur í Studentaskúlanum í Hoydølum.
18.09.2014 - 18:15

-Sjálv haldi eg ikki, at eg fylgi við mótanum yvirhøvur, eg gangi bara í klæðum mær dámar, og sum sita væl á kroppinum. Eg hugsi ikki tað stóra um hvat er 'in', tað er meira soleiðis, at um okkurt er 'in', so velji eg heldur ikki at keypa júst tey klæðini. Tey flestu fylgja jú mótanum, og eg tími ikki at ganga í tí, sum øll eru í. Tað er bara ikki feitt at møta onkrum í skúlanum ella í bussinum, sum er í líka klæðum sum tú.

 

Jóhanna sigur, at flestu av hennara klæðum eru rættiliga myrk og rá.

-Eg gangi næstan altíð í svørtum, og tað er ikki soleiðs, at eg gangi í ljósum litum um summarið – mín klædnastílur er eins árið runt.

 

Sambært Jóhonnu, er úrvalið av klædnahandlum í Føroyum sera lítið, men tó dámar henni sera væl at keypa klæði.

-Tey flestu eru nokk samd í mær, tá eg sigi, at tað eru alt ov fáir klædnahandlar í Føroyum. Men tað heldur mær ikki aftur í at keypa klæði. Eg keypi rættiliga ofta á netinum, men slett ikki tað, eg kann saktans finna onkur super feit pløgg í Føroyum.

Mær dámar sera væl heimasíðuna, Sheinside, har, haldi eg, at úrvalið er sera stórt.

 

Besta klædnaráðið hjá Jóhonnu er, at mann skal ganga í klæðum sum mann dámar og kennir seg væl í.

-Eg veit væl, at øll siga so, og tað er eisini super cheesy, men tað er bara sannleikin. Tú kennir tað heilt sikkurt – um klæðini ikki sita væl, so kennir tú teg ikki væl, tað er bara so.

 

Sí myndir av Jóhonnu niðanfyri

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.