Klumman: HotelHiltonHygg

Klumman: HotelHiltonHygg
Kára Bjarnadóttir Jakobsen, retorikk-lesandi í Keypmannahavn, hevur skrivað klummu. Hesa ferð um føroyingar á Hotel Hilton í Kastrup
19.09.2014 - 11:45

Tað er tað sama. Dempaðu ljóðini, elegantu rørslurnar, diskretu samrøðurnar og køin. Køin, sum er full av høgum, myrkhærdum flogskiparum saman við hampiligum og flennandi flogternum, fínum og smáarrogantum handilsmonnum og so føroyingum. Stuttir, fittir føroyingar við hvítum – snjóhvítum – beinum, ið lúra undan H&M-shortsunum.

 

Tey bæði standa næstfremst. Hann stendur, sum siður er, í tíggju-minuttir-í-tvey-støðu og hyggur aftur og fram, frá høgru til vinstru, sum skuldi hann yvirum ein gonguteig, ovfarin av øllum herligheitunum í Keypmannahavn. Og so er tað hon. 1,62, NÝklipt og í eini deiligari, smartari Guðrun&Guðrun troyggju. Troyggjan er opin, tí tað er ordiliga heitt uttanfyri.

 

Tey hava kastað seg yvir bláu og hvítu hiltonkaramellurnar, ið liggja í eini fínari glasskál við diskin. Og nú standa tey gurglandi, gumlandi og jaglandi. Slevið í munninum dansar aftur og fram, og ljóðini av hørðu karamelluni ímóti hørðu tonnunum ger tað eyka lekkurt.

Aftaná at høgu og myrkhærdu flogskipararnir frá Fraklandi hava fingið sín lykil og fara smá-valsandi yvir í elevatorin við sínum smáu, nettu kuffertum og sínum fittu flogternum, er teirra túrur. Hann letur hana, bæði tí hon hevur bookingnummarið og eisini tí, hon dugir betri at rulla tunguna um tey donsku r’ini.

 

Ja, kamarið er stórt og so deiligt. Men í staðin fyri at blaka seg, og kanska hvønn annan, í breiðu, bleytu og heldur bombastisku dupultsongina, byrjar hann at tosa um minibarrina. Hon gevur honum púra rætt í, at man avgjørt ikki fær nóg mikið fyri pengarnar.

Ímeðan hann sappar, tosar hon um, hvussu stór og lekkur brúsan er. Har kann man standa leingi. Og handklæðini! Tey eru bæði stór og bleyt.

Øll hesu nýggju inntrykkini leiða tey síðani inn á klassiska evnið: hvat kann man taka við sær heim?

 

Tað er eingin ivi um, at smáu fittu shampoo-dunkarnir á vesinum kann man væl leggja í kuffertið. Hann heldur eisini, at tey skulu taka eini tvey handklæði heim við. Bæði tí, at henni dámar tey so væl og eisini tí, at nú hava tey goldið 1000 kr. fyri náttina. Bæði eru samd um, at tebrøvini kann man snubba, men ikki ketilin. Tað er at stjala.

 

Nátt var og morgun var – morgunmatarbuffetin.

 

Sjálvt um tey hava verið niðri í tríggjar heilar dagar og bæði hava verið í Tivoli, Field’s, á Jensens og á Kafé Norden, so er morgunmatarbuffetin á Hilton hæddarpunktið og tað, sum hann hevur glett seg mest til.

Hon heldur eisini, at tað er ordiliga lekkurt.

 

Og har sita tey. Tveir lívsnjótarar av eini aðrari verð. Hann hevur fingið sær tvey sløg av djús og kaffi. Tallerkurin er um at gerast tómur, og hann hevur í tonkunum at fara upp fyri triðju ferð. Hon er eitt sindur meira classy. Hon hevur, umframt pylsur, bacon og røregg, bæði fingið sær melón og yougurt naturel við müsli.

Aftaná tey eru mett og væl sett, fara tey. Tey hava bæði etið niðurfyri, tí maturin umborð er einki at reypa av.

 

Tey koma tøffandi yvir ímóti terminal 2. Hon við tí góða kuffertinum, tí við fýra hjólum, og hann við tí gamla – kuffertinum við tveimum hjólum. Tær gulu, bláu og reyðu Mikkalinaglas-perlurnar sveiggja aftur og fram í takt við búkin hjá honum, sum hann ikki longur fær krógvað handan jakkan.

 

Nú verður gott at sleppa heim.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.