HOGNI við nýggjari útgávu: Call For A Revolution

HOGNI við nýggjari útgávu: Call For A Revolution
HOGNI gav í gjár út plátuna Call For A Revolution.
23.09.2014 - 19:15

Høgni Lisberg, sum hevur listanavnið HOGNI, gav í gjár út plátuna "Call For A Revolution", sum er 6. útgávan hjá Høgna, síðani fyrsta solo plátan kom út í 2003.

 

Fyrsta staklagið á nýggju plátuni eitur ”Back Against The Wall”, og kann hoyrast her.

 

”Tað er hent sera nógv úti í heimi við mínum tónleiki seinnu árini, har tónleikurin er brúktur í reklamum og sjónvarpssendingum kring allan heim, umframt av game'arum á youtube, og eg royni við hesi plátuni at fylgja upp upp á alt tað. Samstundis royni eg at ganga nýggjar leiðir, og eg haldi at tað hevur eyðnast mær at gera okkurt, ið sýnist eyðkent, men samstundis er nakað nýtt í Høgna-høpi.”

 

Tær eykendu trummurnar og ryttmurnar hjá Høgna frá “Haré! Haré!” plátuni ganga aftur á “Call For A Revolution” plátuni, men tó hava melodiirnir fingið betri pláss, enn teir høvdu á fyrrnevndu plátuni.

 

“Fleiri ár eru liðin, og tekstirnir hava flest allir fingið meira dýpt. Teir snúgva seg um ymisk evni, so sum at berjast við innara myrkrið og uttara órættvísið, og sjálvandi eisini um kærleikan.”

 

Høgni fer í næstum at hava útgávukonsertir kring landið saman við AVE, sum eisini júst hava givið plátu út. Flestu konsertirnar koma at liggja í heystfrítíðini, har teir fara at spæla tvær konsertir við bólki, og harafturat nakrar meiri intimar konsertir. Nærri kunning um hetta kemur seinni í vikuni.

 

Nýggja plátan hjá Høgna kann millum annað keypast á iTunes og í TUTL, og eisini kann hon hoyrast á Spotify. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.