Hugleiðing: Leðurhandskin bjargaði okkum

Hugleiðing: Leðurhandskin bjargaði okkum
Eg gangi yvir ímóti busssteðgistaðnum, har stendur ein flokkur av yngri gentum, eg hugsi, at tær eru á leið 13 ára gamlar. Samankropnar standa tær inni undir tekjuni á lítla, reyða skýlinum, fyri at vindurin ikki skal blása hárið av lagi.
25.09.2014 - 16:15

Eg stilli meg uttanfyri skýlið, tími ikki at kroysta meg inn í vinstra hornið á reyða kassanum, bussurin skuldi verið her hvørja løtu. Eri í mínum egna hugaheimið, og hugsi um stílin, sum skal latast inn mánadagin, hvat evni skal eg skriva um? Hvussu skal eg.. tá eg brádliga verði hálað úr tonkum mínum við hvínandi skríggjum. 

 

”Hvar er hon?”, ”hon flýgur har, beint aftanfyri teg!”. Eg havi illa nokk fingið vent mær, fyri at skilja støðuna, tá ið ein av ungu gentunum renur seg inn í meg, so eg eri um at detta. Eg eri illa við, havi enn ikki skilt hvat er á vási, gentan hvøkkur við og sigur orsaka. 

 

Eg síggi, hvussu hesar ungu leika í, sum eru tær vill djór, ið renna undan stórsta fígginda sínum, sum ongastaðni er at síggja. Ørar vifta tær við ítróttartaskum og jakkum, renna til allar ættir, og hyggja seg allatíð um, fyri at vita um nakað, sum ikki skal vera har, er har. Óttin brennur í eygum teirra, men samstundis stuttleika tær sær óført. 

 

Nú havi eg skilt støðuna, tær renna undan eini vespu. Eini brummandi vespu, ið spakuliga flýgur ímillum genturnar og tey ymsu luktilsini, tær hava sproytað á seg. Sveimandi flýgur hon fram og aftur, og minnir meg mest um ein NSÍ fjeppara, ið er smækkaður niður í einki. Gul og svørt, brummandi, stuttleikar hon sær helst nakað nógv ímillum ungu tannáringarnar.

 

Bussurin kemur koyrandi, hann er fullur av fólki. Eg stígi inn, har útgongin er, síggi eitt tómt plass við síðuna av eini eldri kvinnu. Hon smílir til mín, og flytir beinanvegin sína myrku leðurtasku, og býður mær sess, eg takki fyri og sessist. Tær ungu genturnar koma ikki inn í bussin, tær skulu nokk við 1'aranum. Busshurðarnar verða lætnar aftur, og bussurin fer trillandi víðari. Ein flokkur av barnagarðsbørnum er við í bussinum, saman við tveimum starvsfólkum. Børnini stuttleika sær óført, tey eru helst á veg aftur í barnagarðin.

 

Brádliga síggi eg aftur ein kenda veru, vepsin er við í bussinum. Hon svemar runt ímillum fólkini og brummar, sum ongantíð áður. Tey smáu børnini ræðast hana, og halda fyri bæði eygu og oyru, tá ið hon flýgur framvið. Ein øguligur ruðuleiki er í bussinum, fólk, bæði børn og vaksin, vifta við ørmunum, fyri at verja seg fyri veruni, ið er fimmhundrað ferðir minni enn tey.

 

Vespin skiftir kós, flýgur beina leið ímóti mær og gomlu konuni við síðuna av mær. Eg kenni á mær, hvussu eg fyllist við ótta, vil helst sleppa vekk haðani. Vespan setir seg á vindeygað, eg eygleiði hana og tað gera tey flestu í bussinum eisini. Alt er kvirt, bert brummandi ljóðini frá vespuni hómast.

 

Tá brádliga ein hond, íklødd svørtum leðurhandska, stoytir seg ímóti rútinum, og drepur vespina. Tað er gamla konan, ið situr við síðuna av mær, ið er drápskvinnan. Hon ristir vespina av handskanum, og útmeiggjaðar blóðrestir eru at síggja á krámuta bussrútinum. Kvinnan smílir blídliga til hini í bussinum, trýstir á steðgiknøttin og stígur út úr bussinum. Eg kenni á mær, hvussu alt lætnar og óttin spakuliga rennur av mær. Gamla kvinnan er ein sonn hetja, hugsi eg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.