Útgávukonsertir hjá Dánjal um vikuskifti

Útgávukonsertir hjá Dánjal um vikuskifti
Fløguaktuelli Dánjal á Neystabø hevur útgávukonsertir í Danmark
26.09.2014 - 17:45

12. septembur kom fløgan, Time, hjá Dánjal á Neystabøð, ella Dánjal sum bólkurin kallast, út kring heimin. Í kvøld hevur hann eina útgávukonsert í Odense og leygarkvøldið spælir hann í Global Copenhagen. So ert tú í keypmannahavn ella Odense, kanst tú nýta høvið til at fara á konsert. Eisini vera fleiri konsertir í Týsklandi og Svøríki í oktobur og novembur.

 

Nýggja fløgan vísir bólkin frá eini øðrvísi síðu. Time er meiri popput, og so er hon samansett við rokktónleiki og heimspekiligum tekstum. 

 

"Eg eri troyttur av tónleiki og teksti, sum bert bera tað fram, sum lurtarin longu veit og hevur hoyrt áður, og sum bara váttar støðuna lurtarin longu er í", sigur Dánjal á Neystabø um fløguna.

 

Fløgan hevur fingið góð ummæli, Capac.dk viðmælir fólki at lurta eftir henni, og Jazztheetik skrivar soleiðis um fløguna: "A record that will pleasantly keep you engaged for a long time." 

 

Hoyr lagið Raindrops av nýggju fløguni og síggj nýggja sjónbandalagið.

 

 

Her kanst tú lesa meiri um útgávukonsertina og nýggju fløguna.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.