Mynd úr filminum "Hinnarik Sinnattunilu"
Grønlendskir filmsdagar: Greenland Eyes
Frá 5. til 9. oktobur 2014 verða grønlendskir filmsdagar í Norðurlandahúsinum.
29.09.2014 - 10:15

Grønlendskir filmsdagar verða í Norðurlandahúsinum frá 5.  til 9. Oktobur har allar filmsýningar eru ókeypis.

 

Sunnudagin 5. oktobur

 

Filmsvikan byrjar sunnudagin 5. Oktobur kl. 19.00. Her verður setan av filmsvikuni og stuttfilmurin ”Nuumioq” verður vístur. Les meira um filmin og sí trailarin her. Filmurin hevur enskar undirtekstir og varðar í 95 min.

 

Mynd úr filminum "Nuumioq"

 

Mánadagin 6. Oktobur kl. 19.00

 

Filmarnir, sum verða vístir mánadagin verða ”My Norwegian Grandfather”, sum er ein stuttir dokumentarfilmur við polskari talu og enskum undirtekstum. Hetta er ein filmur um abba leikstjóran. Hann livdi í Grønlandi og samarbeiddi við Nazi Týskland. Filmurin varðar í 20 min.

 

Næsti filmur er ”Aulahuliat” (flytandi myndir), sum er ein dokumentarfilmur við grønlenskari talu og enskum undirtekstum. Filmurin varðar í 45 min. Aulahuliat er ein sera persónligur og sera sjáldsamur dokumentarfilmur um fólkið í Thule í Norðurgrønlandi, um teirra lív og søgu, sæð frá sjónarmiðnum hjá einum amatør myndafólki. 

 

Eisini verður dokumentarfilmurin ”ECHOES” vístur, hann hevur enska talu og enskar undirtekstir. Filmurin varðar í 24 min. Leikstjóri Ivalo Frank fortelur eina poetiska lívs- og kærleikssøgu um makaleysa landslagið, og um tað sum stendur eftir frá amerikanska herðinum í Eysturgrønlandi.

 

Mánadagur 6. oktobur kl. 21.00

 

Seinni mánakvøldið verða tveir filmar afturat vístir. Fyrsti filmurin er ”Tupilaq”, sum er ein animatiónsfilmur, sum varðar í 6 min. Filmurin snýr seg um ein mann, sum drekkur illa, sum situr og eygleiðir býarlívið, men sum brádliga kemur at hugsa um grønlensku náttúruna, sum hann kemur frá – ein heimur, sum er mótsetningur til civilisatiónina.

 

Mynd úr filminum "Tupilaq"

 

Seinasti filmurin mánadagin verður ”Arfernat: Number Six”. Hetta er ein dokumentarfilmur við grønlenskari talu og enskum undirtekstum. Filmurin varðar í 77 min. ”Afernat: Number Six” snýr seg um tann unga Ova Johansen frá lítlu bygdini Ilimanaq. Her fylgja vit Ova, sum fyrireikar seg til stóra hundasletukappingina Avanaata Qimusersua.

 

Týsdagin 7. oktobur kl. 19.00

 

Fyrsti filmurin týsdkvøldið er ”Sermiligaaq 65°54’N, 36°22’W”. Hetta er ein stuttfilmur við grønlenskari talu og enskum og týskum undirtekstum. Filmurin varðar í 63 min. Her fylgja vit lívinum í eysturgrønlensku bygdini har fólkini fyri fáum ættarliðum síðani búðu í jarðarhúsum, men sum nú hava ein vanligan gerandisdag.

 

Næsti filmur er ”Blok P”, sum er ein dokumentarfilmur á grønlenskum við enskum undirtekstum. Filmurin varðar í 35 min. ”Blok P” var eitt stórt sosialt 60’ara-íbúðarbygging, sum tá í tíðini húsaði 1 prosent av grønlenska fólkinum. Í filminum síggja vit, tá tey taka húsið niður, og samstundis møta vit nøkrum av teimum fyrrverandi búfólkunum.

 

Týsdagin 7. oktobur kl. 21.00

 

Seinni á kvøldinum verður stuttfilmurin ”Aningaaq” vístur. Filmurin hevur bæði grønlenska og enska talu og varðar í 7 min. Filmurin snýr seg um ein grønlenskan fiskara, sum tjaldar á ísinum og tosar gjøgnum eitt tvívegis radio við ein doyggjandi astronaut, sum er strandaður í rúmdini.

 

Mynd úr filminum "Aningaaq"

 

Stuttfilmurin ”Inuk” er seinasti filmurin týskvøldið. Filmurin varðar í 90 min, og hevur danskar og enskar undirtekstir. Inuk merkir menniskja á grønlenskm og er navnið á tannáringa høvuðsleiklutinum. Vit hoyra søguna um Inuk frá Nuuk, sum verður sendur á barnaheim í Norðurgrønlandi.

 

Mikudagin 8. Oktobur kl. 19.00

 

Mikukvøldið kl. 19.00 verður dokumentarfilmurin ”The Expedition to the End of the World” vístur. Filmurin er á enskum/donskum og varðar í 90 min. Filmurin snýr um eina ferð til tey seinastu hvítu umráðini á heimskortinum.

 

Mikudagin 8. Oktobur kl. 21.00

 

Kl. 21.00 verður stuttfilmurin ”Hinnarik Sinnattunilu” (Hinnarik’s Dream) vístur. Filmurin er á grønlenskum við enskum undirtekstum og varðar í 80 min. Ein filmur um unga Hinnarik, sum er ónøgdur við lívið í Nuuk. Men brádliga ein dag fær hann eina óvæntaða uppringing, sum broytir alt.

 

Hósdagin 8. oktobur kl. 17.00

 

Hósdagin 8. oktobur er seinasti dagur í grønlensku filmsvikuni. Dagurin byrjar longu kl. 17.00 og dokumentarfilmurin ”Souls in a room” verður vístur. Filmurin er á donskum við enskum undirtekstum og varðar í 54 min. Í ”Souls in a room” fylgja vit grønlenska singer/songwriter Simon Lynge til upptøkurnar av hansara fyrstu fløgu.

 

Mynd úr filminum "Souls in a room"

 

Hetta kvøldið verður eisini konsert við bæði grønlenska alternativa rockbólkinum ”Small Time Giants” og føroyska ”Dánjal”. Konsertin byrjar kl. 19.30 og kostar 80 kr.

 
 

 

 

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
Kom við Røddini á P40 "List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
Tí er ítróttur týdningarmikil fyri teg 7 fyrimunir fyri tína sálarligu heilsu, ið koma av at vera kropsliga aktivur
Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu? Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?