Roskilde Festivalurin avdúkar fyrstu nøvnini

Roskilde Festivalurin avdúkar fyrstu nøvnini
Roskilde Festivalurin hevur í dag avdúkað tey fyrstu níggju nøvnini til Roskilde Festival 2015.
30.09.2014 - 11:00

Tað er eingin ivi um, at festivalurin roynir at fevna breitt í hesum fyrsta umgangi. Níggu nøvn er í morgun avdúkað, og her skuldi gjarna verið okkurt til flestu festivalgestirnir.

 

Í gjárkvøldið tjóðstartaði danski hip-hop bólkurin Suspekt við at avdúka, at teir skulu spæla á næsta Roskilde festivali. Hetta gjørdu teir ígjøgnum app’ina Snapchat, so um man er ’vinir’ við Suspekt á Snapchat, so visti man longu í gjárkvøldið, at teir skulu spæla á Orange Scene á Roskilde Festival 2015.

 

Afturat Suspekt hevur Roskilde Festivalurin avdúkað stóra amerikanska metalbólkin Lamb of God, sum fyri fyrstu fer koma at spæla á Roskilde Festivalinum.

 

Lamb Of God

 

Danski rokkbólkurin Mew, sum er ávegis við nýggjaru fløgu koma at spæla á Roskilde Festivalinum. Hetta er teirra einasta danska festivalkonsert í summar.

 

Í elektroniska horninum kanst tú uppliva skotska Rustie og týska house-diskarin Dixon.

 

Eitt sindur av blues-rokki fáa vit frá enska bólkinum Dolomite Minor.

 

Khaira Arby, sum í løtuni er ein av skarpastu kvinnuligu listafólkunum í Afrika kemur allan vegin úr Mali við sínum blues tónleiki.

 

Khaira Arby

 

Fyrsta klassiska tónleikanavnið í ár er Kronos Quartet úr USA. Roskilde Festivalurin skrivar, at strúkarakvartettin hevur gjøgnum 40 ár givið fuckfingurin til allar siðvenjur og normar innan klassiska tónlist.

 

Seinasta navnið í hesum umfarinum er black metalbólkurin Tombs, sum í 2014 hava givið út eina av mest heiðraðu metalútgávunum.

 

Tombs

 

Afturat avdúkingini av fyrstu nøvninum, so letur Roskilde Festivalurin hesaferð upp fyri atgongumerkjasøluni longu í dag. Og í ár hevur Roskilde Festivalurin eisini nýggj spennandi tilboð til tjaldararnar. Les meira her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.