Hugleiðing: Meðan mann flytir seg

Hugleiðing: Meðan mann flytir seg
Rebekka Petersen hugleiðir um tilvildina.
01.10.2014 - 13:15

Meðan mann flytir seg, varnast mann ikki, at løtan er ævig. Altíð er tað okkurt í framtíðini, sum er "tað ordiliga". Tá fer mann at hava tað gott ella uppnáa eitt hvørt, tí at tá hevur mann gjørt tað, sum mann heldur manglar. Tá man so er har varnast mann, at tað gongur skjótt fyri seg, og lítið er broytt.

 

Vit menniskju hava lyndi til at distrahera okkum sjálvi. Og reypa. Fylla dagarnar við tómum sannleikum, um dagin sum fer at koma, tá alt verður betur. Og vit trúgva fult og fast uppá tað.  Ella um dagarnar, sum einaferð vóru, sum av tilvildarligum orsøkum vóru meira dragandi enn hesir.

 

Alt árið gleði eg meg til næsta summar og næsta vetur. Árið eftir leingist mær eftir síðsta sumri og síðsta vetri. Og soleiðis heldur tað áfram. Rutinan roterar av sær sjálvum.

 

Tað besta er, tá tú ongantíð hevur havt tað so gott sum nú. Men so gloyma vit. Vit venja okkum við at hava tað gott, og so verður tað til tað líkasæla og vanliga, sum vit ikki geva okkum far um meira. Sjálvt um tað vanliga nú kanska er sum paradís samanborið við tað vanliga fyrr, um tú skilir, hvat eg meini. Vit laga okkum eftir umstøðunum skjótari, enn vit geva okkum far um. Men hetta er eisini øgiliga gott í nógvum førum.

 

Eg havi altíð verið hugtikin av tilvildini. Tað er í roynd og veru tilvildin, sum skapar alt. Og mann kann eisini siga, at tað er av tilvild, at vit eru her, og at alt hendi.

 

Onkuntíð undrist eg á um mínar lítlu gerir hava ávirkan á alt annað. Til dømis um eg komi stórleypandi, tí eg skal náa ein buss, sum er áveg avstað. Busssjaførurin er nóg vinarligur til at bíða eftir mær, og eg sleppi við, og alt endar gott. Men um eg ikki hevði komið stórleypandi, so hevði bussurin verið 10 sekund framman fyri tíð og kanska koyrt onkran yvir, tí tað var kavi, og onkur gekk yvir um vegin, sum busssjaførurin ikki sá. Men vit kunnu ikki fyribyrgja tí, sum vit ikki vita er á veg.

 

Hesi orðini eru tilvildarlig, men kanska tey fáa onkra meining í tí stóru tilvildini. Ella kanska er einki tilvildarligt. Men bara kanska...

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.