Facebook spáar forelskilsi

Facebook kann spáa, nær fólk, sum flirta, koma í eitt parlag
Facebook spáar forelskilsi
Sjálvt um tú ikki veitst, at tú ert á veg inn í eitt parlag, so veit Facebook tað kanska. Hagtøl vísa nevniliga, um tú ert á veg inn í eitt parlag, og hvussu langt tú ert komin.
20.10.2014 - 16:00

Soleiðis skrivar Jyllands-posten um dátafrøðingin Carlos Greg Diuk, sum er komin fram við hagfrøðiligum frágreiðingum um, hvussu vit eru á sosialu miðlunum, tá ið vit eru forelskað.

 

Tá ið vit byrja at flirta, byrja vit at senda boð á veggin hjá hvørjum øðrum. 100 dagar áðrenn tann stóra dagin, økist talið av boðum, sum vit senda til okkara útvalda. Talið økist støðugt inntil 12 dagar áðrenn, vit koma í parlag á Facebook. Á hæddarpunktinum er talan um 1,67 boð um dagin. Og eftir hetta minkar talið.

 

At talið av boðum minkar, merkir ikki, at vit gerast minni eydnusom í parlagnum, sigur Carlos Greg Diuk. Hann vísir harafturímóti á, at tá ið vit eru komin í eitt parlag, brúka vit meira tíð saman og senda sostatt færri boð til hvønn annan. Harafturat økist talið av positivum ”emoticons”, tá ið parlagið gert alment. Og hetta vísir, at vit eru eydnusom í parlagnum, sigur Carlos Greg Diuk.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.