Myndir, ið siga søgur

Myndir, ið siga søgur
Fríggjadagin letur nýggja framsýningin GISP! upp.
20.10.2014 - 14:45

Fríggjadagin letur framsýningin GISP! upp í Norðurlandahúsinum.  GISP! er ein framsýning, ið setir fokus á norðurlendskar myndir sum frásøgn. Við framsýningini ynskir Norðurlandahúsið at miðsavnast um ta fabulerandi síðuna av føroyskari myndlist, samstundis sum ætlanin er at fáa skúlanæmingar at brúka húsið í størri mun.

 

 

Tað eru teknirøðir, myndlist, málningar, grafikkur, tekningar og filmar hjá listafólkum úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. Tilsamans sýna 18 listafólk fram myndir sínar, og fleiri av teimum verða til staðar, tá framsýningin letur upp. 

 

 

Hugleikur Dagsson

Eitt av listafólkunum á framsýningini er íslendska fólkaognin Hugleikur Dagsson, ið er blivin kendur fyri sínar tragikomisku teknirøðir av pinnamonnum. Teknirøðirnar hjá honum eru samfelagsrevsandi, og hann nýtir svartan humor til at gera grin burturúr álsvarsomum evnum sum krígg, neytøku og trúgv. 

 

 

Les eisini: Hugleikur Dagsson: Spýggj og harðskapur uppá tann stuttliga mátan

 

 

Malin Biller

Eitt annað listafólk, sum sýnir myndir sínar fram í Norðurlandahúsinum, er svenska Malin Biller. Hon er kend fyri sína satirisku teknirøð "Biller", har hon ger grin við kynsleiklutunum og stereotypunum í samfelagnum. Hon er troytt av, hvussu kvinnur verða avmyndaðar í miðlaheiminum, og hennara háttur at stríðast ímóti hesum, er við skemti.

 

 

Jákup Veyhe letur framsýningina upp fríggjadagin klokkan 19, og Konfekt spælir nøkur løg.

 

Les meir um tiltakið her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.