Føroyskt snið í Eiffeltorninum

Føroyskt snið í Eiffeltorninum
31. oktobur verður føroyskt snið víst fram í Eiffeltorninum í París.
22.10.2014 - 11:45

Føroyska Beinta Poulsen er saman við klædnamerki sínum Soul Made, boðin at luttaka í einari sera virðismettari mótaframsýning í Eiffeltorninum í París.

 

Fyriskiparin av mótaframsýningini, Jessica Minh Anh, er kend fyri at skipa fyri mótaframsýningum á sera høgum og ikoniskum støðum. Millum annað á Tower Bridge í London og One World Trade Center í New York.

 

Hesaferð verður mótaframsýningin sum sagt í Eiffeltorninum í París 31. oktobur, og kemur at fyriganga á einari 150 metrar uttandura catwalk á niðastu hædd í torninum.

 

Soul Made fer at presentera sítt AW14 úrval, sum er eitt úrval av heyst og vetrar klæðum.

 

Til mótaframsýningina fer Soul Made at vísa fram teirra úrval av bundnum klæðum, sum tey kalla “Autmn Cool”, sum presenterar eina nýggja menning í hondgjørdum bundnum klæðum við einum nordiskum dámi.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.