Nýggj føroysk app

Nýggj føroysk app
4 ungir føroyingar hava gjørt nýggja app, sum teir ætla at fáa út í heim
23.10.2014 - 23:45

Teir fýra, Tummas Jóhan Sigvardsen 21 ár, Ian Thomassen Jacobsen 21 ár, Hanus á Bøgarði 22 ár, og Anfinn Garðshorn 22 ár, hava gjørt eina app sum eitur Youly. Tað er ein app, sum skal hjálpa fólkum við ovurviðkvæmi, sukursjúku, ótollyndi, og  viðkvæmi í gerandisdegnum, og fólkum sum vilja velja t.d litevni í mati frá. Við appini kann brúkarin skanna strikukotuna á eini vøru, og fáa at vita, um brúkarin tolir vøruna ella ikki.

 

Hugskoti kom, tá vinmaður fekk staðfest kálksótt

Í samrøðu við Vitvelja.fo, greiða teir frá, at hugskotið til appina kom, tá ein vinmaður fekk staðfest kálksótt. Teir vilja gjarna hjálpa honum og øðrum við ovurviðkvæmi, og gera gerandisdagin hjá teimum lættari. Teir byrjaðu síðani arbeiði í august 2013, og eru skjótt klárir at koma út við appini.

 

Út í heim

- Ætlanirnar eru, at appin hjá okkum, Youly, skal koma út í heim og ikki bert skandinaviska marknaðin. Vit ynskja, at appin skal verða ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá brúkaranum, og ynskja vit, at útvikla og víðka appina so nógv sum til ber, siga teir í samrøðu við Vitvelja.fo

 

Nógva hjálp

Teir fegnast um hjálpina teir hava fingið vi appini. Føroyar er lítið, og netverkið er tí stórt, og tað er lætt at ringja til eina fyritøku. Íverksetarahúsið hevur verið við teimum allan vegin ígjøgnum, og teir vóru við á Ársins Íversketaradegi 2014, har teir fingu møguleika at vísa appina fram.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.