Hoyma konsert í Gøtu

Hoyma konsert í Gøtu
10 fólk lata sítt heim upp fyri tónleikarum og áhoyrarum, tá ið væl umtóktu Hoyma konsertirnar verða hildnar 1. november í Gøtu.
24.10.2014 - 18:00

Hoyma varð hildið á fyrsta sinni í november í fjør. Tónleikatiltakið fekk sera góða undirtøku, og hava fyrireikararnir tí valt at endurtaka tað. Eins og í fjør verða 20 konsertir við 10 ymiskum tónleikarum, har hvør tónleikari spælir tvær konsertir. Konsertirnar verða í stovuni í 10 ymiskum húsum í Norðragøtu og Syðrugøtu. Á sermerktu konsertunum verða einans akkustisk og handhildin ljóðføri nýtt – eingi annlegg ella líknandi.

Konsertirnar eru forskotnar, ið gevur áhoyrarunum møguleika at lurta eftir ymiskum konsertum í fleiri húsum.

 

G! Grunnurin kunngjørdi í morgun, hvørjir 10 tónleikarir framføra. Tey, ið spæla, eru:

Kári P., Hanus G. Johansen, Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Dánjal á Neystabö, Sámal Ravnsfjall, Ólavur Jakobsen, Guðrið Hansdóttir, Högni, AVE - við Benjamin Petersen og Petur Pólson.

 

Framførslurnar, sum eru millum klokkan 19.00 og 23.30, vera í 5 ymiskum stovum í Norðragøtu og 5 í Syðrugøtu.

Fyriskipararnir hava miðsavnað heimini, soleiðis at tað er lættari og skjótari at ganga í millum húsini. Tey 5 heimini í Norðragötu eru øll í sama grannalagi í Sjúrðargøtu. Hini 5 húsini eru miðsavnað í gomlu bygdini í Syðrugøtu.

 

Eftir Hoyma konsertirnar, verður opið hús í Tøting við hugna og tónleiki, sum spælimenninir Hvonn taka sær av.

Umframt tónleikin verður kafé o.a. í Valhøll í Syðrugøtu frá morgunstundini. Væl umtóktu pottarnir og sauna standa eisini heit á keiini í Syðrugøtu, so leingi fólk er.

 

Les meira um tiltakið á http://www.gfestival.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.