KRIS skipar fyri stuðulstiltaki

KRIS skipar fyri stuðulstiltaki
“Saman við KRIS bróta vit tøgnina”. KRIS varpar ljós á viðkvæma evnið “kynsligur ágangur” við stórum stuðulstiltaki í høllini á Eiði sunnudagin 26. Oktober.
25.10.2014 - 13:45

Hjálparfelagsskapurin KRIS hevur virkað síðani 2004. Virksemið hjá KRIS er nógv økt seinastu árini. Alsamt fleiri hava vent sær til KRIS at leita sær hjálp eftir at hava verið fyri kynsligum ágangi. KRIS veitir millum annað terapeutiska hjálp og hevur eisini sett á stovn fleiri sjálvhjálparbólkar, ið bæði eru fyri tey útsettu og avvarðandi.

 

Fyrireikararnir siga, at stórur tørvur er á einum viðgerðarstaði fyri kynsliga misnýtt fólk. Alarmerandi klokkurnar hava tó ikki fingið politikkararnar at rakna við. Tí hava tey tikið sakina í egnar hendur og triðja árið á rað, skipa tey fyri stórum stuðulstiltaki. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til eitt viðgerðarheim fyri kynsliga misnýtt fólk.

 

Fjølbroytt skrá

Sigvør Gregersen, ið verður frásøgufólk, fer at greiða frá, hvussu tiltakið fer fram og frá fjølbroytnu skránni, ið hevur mangt at bjóða.

Jan Rein, sum sjálvur hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi fortelur sína persónligu søgu og hugleiðir um, hvussu “øll hava rætt til lívið”.

Sjónbandasamrøður verða við fólk, ið hava verið út fyri kynsligum ágangi. Ein teirra er 20 ára gamla Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir, sum eisini er sera virkin í hjálpararbeiðinum hjá KRIS.

Ein starvsfelagi røður um, hvussu tað er at arbeiða við einum, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi.

Gvøðbjørg West, ið bæði stovnaði og er dagligur leiðari hjá KRIS, fer at greiða frá virkseminum í KRIS.

 

Nógvir navnframir country tónleikarir seta sín dám á tiltakið. Teirra millum eru Hallur Joensen, Kristina S. Bærendsen, Evi Tausen og Rannvá Vesturklett. Tað verður tó ikki bert country tónleikur, ið verður at hoyra. Jens Marni Hansen, Petur Edvin J. Højgaard og Signar í Homrun trína eisini á pall við sínum hugtakandi tónleiki.

 

Umframt røður, fyrilestrar, upplýsing og tónleik, verður loppumarknaður, søla av ymsum slag og heiðursmerkjahandan fyri átakið “Rætt eina hjálpandi hond”.

 

 

Tiltakið byrjar klokkan 15.00 við loppumarknaði o.ø. Klokkan 18.30 byrjar stuðulstiltakið við fjølbroytnu skránni og tónleiki.

 

Tiltakið skuldi upprunaliga vera 26. september, men orsakað av arbeiðsvanlukku, ið kravdi lívið á unnustanum hjá Guðrun, varð stuðulstiltakið útsett til sunnudagin 26. oktober.

 

Les meira um tiltakið á https://www.facebook.com/events/1541620949382962/?sid_reminder=2540128398559150080

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.