Russiskar fongsulstatoveringar

Russiskar fongsulstatoveringar
Russiskar fongsultatoveringar er ein heil skipan av duldum myndum, sum kunnu geva greiðar upplýsingar.
26.10.2014 - 15:15

Tað er ikki loyvt at tatovera í flestu fongslum, so tí verður tað gjørt loyniligt við bráðfeingis útgerð. Summar tatoveringar eru gjørdar við at brúka smeltað gummi frá sollanum úr einum skógvi, sót og/ella øsku og so piss til sterilisatión.

 

Russiskar fongsulstatoveringar hava eina samansetta skipan av myndum, sum kunnu geva greiðar upplýsingar um beraran.

 

Tað eru ikki bara myndirnar, ið hava eina meining, men eisini umráðið á kroppinum, har tatoveringin situr, hevur týdning.

 

Frá 1960 til 1980 vitjaði Arkady Bronnikov fongsul yvir alt Sovjetsamveldið, har hann tók myndir av fleiri túsund tatoveraðum fangum. Hetta gjørdi hann fyri at týða teirra kropslist. Hann hjálpti eisini við at loysa fleiri brotsverk við at eyðmerkja brotsmenn gjøgnum teirra tatoveringar.

 

Sí nakrar av myndinum niðanfyri og les hvønn týdning tær ymsu tatoveringarnar hava.

 

Pengaseðlarnir, háhúsini og maskinbyrsan við forbókstavunum ’US’ vísa á kærleikan, sum fangin hevur til tann amerikanska mafia-líknandi lívsstílin. Eyguni merkja ”Eg haldi eyga við tær” (hinum fangunum).

 

 

Munkakleystur, kirkjur, dómkirkjur, Maria moy og einglar á bróstinum ella á rygginum vísa ein kærleika til stuldur.

Skøltar vísa á sakfelling fyri morð.

Kistur merkja eisini morð; tær jarða offrini.

 

 

Akslaskúvur á økslunum vísa ein neiligan hugburð móti skipanini. Hesar berast av høgum brotsmonnm, sum ofta hava kelinøvn sum ’majorur’ ella ’oberstur’. Akslaskúvur við trimum stjørnum ella skøltum merkja: ”Eg eri ikki ein trælur á leguni, eingin kann noyða meg at arbeiða”; ”Tey sterku vinna – tey veiku doyggja” og ”Hestar doyggja av at arbeiða.”

 

 

Eyguni á búkinum merkja homoseksualitetur (pissilingurin er ’nøsin’ á anlitinum).

Stjørnur á herðunum merkja, at fangin er ein brotsligur myndugleiki.

Heiðursmerkini eru virðislønir, sum vóru áðrenn kollveltingina, og eru myndir uppá treiskni móti Sovjetska stýrinum.

 

 

Skølturin og krosskastaði beinini vísa, at fangin sitir inni á lívstíð.

Gentan, sum fangar kjólan hjá sær við eini tráðu er vanliga borin av neyðtøkumonnum.

Yvir miðjuni á manninum stendur ”I fuck poverty and misfortune” (eg hati fátækadømi og vanlukkir).

Á búkinum er ein útgáva av Judith hjá Giorgione (ein málningur, málaður av italska Giorgione), sum er ein mynd uppá eina lokkandi kvinnu, sum svíkir ein aðalsmann.

 

Sí fleiri av myndunum her.

 

Kelda: theguardian.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.