Kiasmos gevur út fyrstu fløguna

Kiasmos gevur út fyrstu fløguna
FO/ÍS tónleikabólkurin Kiasmos gevur út teirra fyrstu fløgu í dag.
27.10.2014 - 12:30

Føroyski Janus Rasmussen, sum vit kenna frá millum annað Byrta og Bloodgroup, er í løtuni í holt við enn eina tónleikaverkætlan.

 

Saman við íslendinginum Ólafur Arnalds manna teir elektroniska tónleikabólkin Kiasmos.

 

Hóast bólkurin bleiv stovnaður í 2009, er tað fyrst í dag, at fyrsta fløga teirra kemur út. Teir hava báðir havt nógv at gera við ymiskum ørðum verkætlanum, men eru nú klárir at vísa okkum, hvat Kiasmos er fyri nakað.

 

Ólafur plagdi at arbeiða sum ljóðtøknikari á ørðum verkætlanum hjá Janusi, og tað var her, at teir uppdagaðu teirra felags kærleika fyri minimalistiskum, eksperimerandi tónleiki. 

 

Ólafur er kendur fyri sína framúrskarandi blanding av minimalistiskum klaverspæli og streingja samanseting við elektroniskum ljóðum. Janus er kendur sum heilin aftanfyri elektronisku popp greinina. 

 

Burtur úr hesum hava teir megnað, at samanseta og víðari byggja teirra ljóð fagurfrøði til at fullfíggja eina fløgu.

 

Tú kanst hoyra ljóðbrot av fløguni, sum í dag eisini kann ognast, her.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.