Mugu vit aftur til fyriskipað hjúnalag?

Mugu vit aftur til fyriskipað hjúnalag?
Talið á støkum hevur ongantíð fyrr verið so høgt. Tí eru danir farnir at royna fyriskipað hjúnalag.
31.10.2014 - 11:15

Á DR er í løtuni ein sending, sum kallast: ”Gift ved første blik”, sum snýr seg um fyriskipað hjúnalag. Í sendingini eru fýra serfrøðingar, sum skulu seta fýra pør saman. Serfrøðingarnir eru sálarfrøðingar við serkunnleika í parterapi og sexologi, ein mannfrøðingur og ein gudfrøðingur. Og hesir serfrøðingar skulu so við samrøðum, spurnarbløðum og eygleiðingum seta átta støk fólk saman í fýra pør.

 

Vit eru ov kræsin

Grundarlagið hjá sendingini byggir á, at talið á støkum er vorðið so stórt í vesturheiminum í dag. Sambært Danmarks statestik er talið av støkum vaksið eina millión seinastu 50 árini. T.d. var talið av støkum 700.000 í 1980 og 10 ár seinni í 1990 var talið 1.300.000.

 

Orsøkin til hetta økta tal er, at vit eru vorðin ov kræsin. Vit hava sera høg krøv og høga væntan til okkum sjálvi, okkara komandi maka og okkara parlag, og hetta setir kærleikan undir trýst, sigur sálarfrøðingur, Gert Martin Hald, ið er ein av sálarfrøðingunum í sendingini.

 

Hjúnaskilnaður ávirkar høga single-talið

Eitt er, at vit eru kræsin og sostatt eru støk, men ein onnur orsøk til økta talið av støkum er hjúnaskilnaður. Í løtuni eru tað umleið 46% av øllum hjúnarbondunum í Danmark, sum enda við hjúnaskilnaði.

Hjúnaskilnaðurin og økta single-talið kunnu m.a. botna í, at vit hava eina skeiva fatan av, hvat hjúnalagið er, sigur Michael Brautsch, ið er gudfrøðingur og ein av serfrøðingunum í sendingini. Vit hugsa alt ov nógv um forelskilsi og kenslur, og vit lata í alt ov stóran mun tað verða berandi luturin í einum parlagi. Vit mugu læra okkum at hugsa meira rationelt og praktiskt og síðani lata tað vera grundarlagið fyri kenslunum og kærleikanum, sigur hann.

 

”Gift ved første blik”

Fyrstu ferð at parið sæst er, tá ið tey skulu siga ”ja” til hvønn annan. Aftaná verður eitt stórt brúdleyp hildið fyri familju og vinum og síðani verður farið á brúðarferð.

Pørini skulu síðan liva sum gift í 5 vikur, og eftir hetta skulu tey so avgera, um tey vilja verða verandi gift, ella um tey vilja skiljast.

Sendingin er sostatt ein roynd, har kannað verður, um eitt gott parlag við kenslum og kærleika kann koma burturúr fyriskipaðum hjúnalagi.

 

Sendingin er hvørt týskvøld kl. 20:45 á DR1 (19:45 føroyska tíð). 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.