10 ára gamli Marius: Yngsti nakrantíð, ið sýnir fram í Smiðjuni

10 ára gamli Marius: Yngsti nakrantíð, ið sýnir fram í Smiðjuni
10 ára gamli Marius Dam Christophersen er tann yngsti nakrantíð, ið hevur einstaklingaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
18.11.2014 - 17:15

Marius hevur teknað so leingi, hann minnist. Longu í dagrøktini fekk hann fatur á tusjum og pappíri, og byrjaði tískil í einum øgiliga ungum aldri at tekna. Men seinastu 6 árini hevur hann teknað serliga nógv og hvønn dag.

 

- Tað er stórt at vera tann yngsti nakrantíð, ið sýnir fram í Smiðjuni, og tískil kenni meg stoltan, sigur Marius.

 

Marius hevur áður havt tvær framsýningar. Hann sýndi fram í mai 2011 í Skúlanum við Løgmannabreyt. Afturat tí hevði hann eisini eitt verk við á framsýningini “Hvat er natúrligt” í Østrøm í 2012.

 

Á framsýningini vera tekningar og málningar, ið Marius hevur gjørt seinastu árini.

 

- Eg fái sum oftast íblástur frá teknirøðum, filmum og youtube, sigur Marius.

 

Hetta verður allarhelst ikki seinastu ferð, vit koma at síggja til Marius, tí hann ætlar sær nevnliga at halda áfram at tekna.

 

- Eg havi hug at hava nakrar framsýningar av og á, og eisini kundi eg hugsað mær at tekna teknirøðir.

 

Framsýningin byrjar fríggjadagin kl. 15 í Smiðjuni í Lítluvík.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.