Bókadagar um vikuskiftið

Bókadagar um vikuskiftið
Um vikuskiftið verða bøkur aftur settar í brennidepil, tá ið bókadagar vera á skránni í Norðurlandahúsinum. Talan er um alskyns bøkur, sum venda sær til allar aldursbólkar.
19.11.2014 - 12:00

Bókadagar vóru fyrstu ferð í fjør, og í ár verður væl eydnaða tiltakið endurtikið.

 

Á skránni eru m.a. fyrilestrar, kjak, umrøður og upplestur. Til dømis verður yrkjarating, atlas framløga, tónleikur við Hanusi G. Johansen og væl umtókta Terry’sa Saga. Bøkur verða eisini at fáa til keyps.

 

Endamálið við tiltakinum er seta fokus á bøkur og týdningin, ið bøkur hava fyri ung sum gomul.

 

Bókadagarnir vera leygardagin og sunnudagin. Les skránna her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.