Mandarin ella klementin - hevur tú skil á tí?

Umvegis namonitore.ru
Mandarin ella klementin - hevur tú skil á tí?
Klementin og mandarin, er tað ikki sama fruktin? Nei, tað er tað ikki - les við, hvør munurin er.
19.11.2014 - 00:45

Tú veitst, at veturin nærkast, tá smáu appilsingulu fruktirnar byrja at prýða fruktskálirnar og handilshillarnar. Men onkursvegna liggja hesar fruktirnar í einari grázonu í okkara orðatilfeingi, tí nógv okkara vita ikki, um tað, vit eta, er ein mandarin ella ein klementin.

 

Hvat er so munurin millum eina mandarin og klementin?

 

Klementinin hevur ongar steinar. Hon kann hava nakrar fáar steinar, men í høvðusheitum er hon kjarnuleys. Skalið er tunt, hon er verri at pilka enn mandarinin, og smakkurin er eisini væl søtari.

 

Ein mandarin hevur fleiri steinar. Skalið á mandarinini er tjúkkari enn á einari klementin, og tí er hon eisini lættari at pilka sundur.

 

Tað er ringt at døma út frá støddini, hvør fruktin er, tí tað kann vera so ymiskt. Men mann sigur, at klementinin er hin minsti familjulimurin í mandarin-familjuni.

 

Klementinin er nevniliga bara ein av mongu týpunum av mandarinini. Mandarinin er eins og appilsinin og sitrónin ein “sitrusfrukt”. Sostatt er ein klementin ein mandarin, men ein mandarin er ikki ein klementin. 

 

Manglandi steinarnir og søti smakkurin gera tilsamans klementinina sera væl egnaða til børn at eta.

 

Klementinir:

 

Mandarinir:

 

Keldur: Ehow.com, Poltiken.dk (foto), b.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.