Túsundtals lesandi krevja ókeypis útbúgving

Túsundtals lesandi krevja ókeypis útbúgving
Meira enn 5000 ung fólk úr øllum Bretlandi møttust mikudagin miðskeiðis í London at vísa sína ónøgd við høgu skúlagjøldini.
20.11.2014 - 01:30

“What do we want? Free education! When do we want it? Now!” rungaði umaftur og umaftur, tá ið túsundtals lesandi savnaðust frammanfyri bretska parlamentinum mikudagin. Eitt lestrarár á einum bretskum universiteti kostar góðar 80.000 kr, og sostatt eigur Bretland ivasama heiðurin sum landið við dýrastu skúlagjøldunum í Evropa.

 

Um middagsleitið savnaðust lesandi úr øllum ættum á Malet Street mitt í London. Brynjað við litføgrum skeltum, ljóðførum og hissini roykbumbum spákaðu túsundtals ung fólk í góðveðrinum ímóti Parliament Square, meðan slagorð og sangir komu úr øllum ættum. 

 

 

Mean Girls-referansur vóru eitt afturvendandi tema á fleiri skeltum við tekstum sum "Wednesdays we demand free education!" og "Fees aren't fetch". Á einum skelti stóð eisini at lesa "Liberté, Egalité, Beyoncé".  

 

 

Smærri samanstoytir við løgregluna

Flestu mótmælisfólkini vóru friðarlig, men kortini vóru smærri samanstoytir við løgregluna, tá ið komið var til parlamentið. Sambært The Guardian vóru 11 fólk handtikin, og trý løgreglufólk fingu smærri løstir. 

 

 

Skúlagjøld sum valagn 

Ónøgdin millum lesandi hevur verið stór, síðan samgongustjórnin við David Cameron á odda trífaldaði skúlagjøldnini í 2012. Mett verður, at tey, sum lesa í dag, hava 400.000 krónur í skuld eftir loknan lesnað. 

 

Val verður væntandi í Bretlandi í mai 2015, og áhugavert verður at síggja, hvønn leiklut skúlagjøldini fáa í valstríðnum. Meðan bretski javnaðarflokkurin, Labour, leysliga hevur luftað tankanum at skerja skúlagjøldini til 6000 pund, er eisini møguleiki fyri, at tey hækka uppaftur meira. 

 

Sambært fyriskiparunum var mótmælisgongan mikudagin fyrsta stigið í einari røð av tiltøkum upp undir valið. 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.