Okkara øl á G!

Okkara øl á G!
Okkara og G! hava gjørt fýra ára samstarvsavtalu, sum millum annað merkir, at ein nýggj G! øl er á veg.
20.11.2014 - 14:45

Fýra ára samstarvsavtalan millum Okkara og G! merkir, at ølinar og allar aðrar drykkivørur, sum vera at fáa til keyps á G! Festivalinum næstu fýra árini, vera frá Okkara.

 

Eftir at Okkara og G! fríggjadagin skrivaðu undir eina fýra ára samstarvsavtalu, fer Okkara nú undir at framleiða eina serstaka øl til G!.

 

Hendan ølin kemur at vera høvuðsølin á G! komandi fýra árini. Men ølin kemur eisini at stuðla tónleikaumhørvinum í Eysturkommunu.

 

50 oyru av hvørjari seldari øl fara til stuðul til Tónleikamiðstøðina, sum arbeiðir við eini ætlan um eitt spælistað í Eysturkommunu.

 

Handan Tónleikamiðstøðina eru G! og Tónleikasamtakið Grót. Inntil víðari er fíggjarliga grundarlagið hjá Tónleikamiðstøðini komið frá avlopið hjá G!, sum seinastu fimm árini tvær ferðir hevur givið yvirskot. Tilsamans eru einar 300.000 krónur latnar Tónleikamiðstøðini.

 

Nýggja G! ølin og avtalan millum Okkara og G! tryggja, at Tónleikamiðstøðin hvørt ár fær ágóðan av G! festivalinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.