- Eg vildi síggja meira av heiminum

Anna Maria og Eyður, sum báðar lesa í Kina.
- Eg vildi síggja meira av heiminum
20 ára gamla Anna Maria Wraae er ein av teimum fýra føroyingunum, sum eru lesandi í Ningbo í Kina.
23.11.2014 - 21:00

Meðan onnur byrjaðu at koma upp á pláss í nýggju Oyrasundsíbúðini, stóð 20 ára gamla Anna Maria Wraae í septembur á flogvøllinum við einum ferðaseðli til Kina í hondini. Hon og vinkonan, Eyður Pálsdóttir, høvdu nevniliga fáar mánaðir áðrenn gjørt av at fara undir hægri lesnað í Kina.

 

- Eg hevði allarhelst ikki fatað, hvat tað var eg skuldi, tá vit stóðu á flogvøllinum og søgdu bei. Eg var bara spent, og kenslan var góð. Í mínari verð skuldi eg bara líka til Kina. Tað helt eg ikki vera so løgið akkurát tá, sigur Anna Maria. 

 

Hon lesur altjóða samskifti og kinesiskt á University of Nottingham – eitt enskt universitet í Ningbo, sum liggur nærhendis Shanghai. Avgerðin at fara hinumegin knøttin at lesa var rættiliga spontan og tilvildarlig:

 

- Eyður, vinkonan, og eg komu heilt av tilvild at tosa um, at hon hevði hug at søkja inn í Kina, og tað gjørdi eg so bara eisini. Eg helt, at Kina ljóðaði skide spennandi!  Eftir at hava verið í Afrika í fjør, fekk eg blóð upp á tonnina at síggja meira av heiminum, greiðir Anna Maria frá.

 

 

Besta avgerðin inntil víðari

Hon og Eyður stórtrívast og eru samdar um, at hetta er besta avgerðin, tær hava tikið inntil víðari. Lestrarumhvørvið á universitetinum er ógvuliga fjølbroytt og spennandi. Tær búgva saman við einari rúgvu av øðrum lesandi úr øllum heiminum.

 

- Eg havi fantastiska áhugaverdar lærarar, og undirvísingin er spennandi. Vit búgva á campus, so tað minnir eitt sindur um ein háskúla ella eftirskúla. Hetta merkir, at mann altíð hevur deilig fólk rundan um seg, og tað ger lestrarlívið eyka festligt og hugnaligt. Vit fara næstan øll á universitetinum í býin saman í vikuskiftinum á einari gøtu, sum eitur Laowaitan. Har er garrvilt!

 

Tey, sum lesa á universitetinum, duga øll rættiliga væl enskt, men øðrvísi er við vanligum fólkum, ein møtir á gøtuni. Ofta duga tey ikki eitt orð á enskum, og tá kemur kropsmál væl við. At læra mandarin er partur av útbúgvingini hjá Onnu Mariu, og er hon í løtuni á byrjunarstøði.

 

 

 

- Kina er øðrvísi enn Føroyar upp á nógvar mátar. Fólkini eru ótrúliga kinesisk, um mann kann siga tað soleiðis. Tey eru eitt sindur smæðin og rópa ikki upp í tímanum, men eru eisini ótrúliga blíð og yvirraskandi festlig, tá tey einaferð opna upp, greiðir Anna Maria frá.

 

Í løtuni eru fýra føroysk lesandi í Ningbo, og tað ger tað eitt sindur meira heimligt, leggur hon afturat.

 

- Eg haldi tað vera so ótrúliga umráðandi at koma aðrastaðni og út úr ”tryggleika-sonuni”. At sleppa at búgva í Kina í trý ár fer bara at gera okkum gott. Her er eisini so lekkurt á campus -  flott, grønt og idylliskt. Eitt gott lestrarumhvørvi eftir mínum tykki. Eg vil so heilt avgjørt viðmæla øðrum at koma hendan vegin!

 

 

Jól við rís og pinnum

Kinesarar halda ikki jól og hava vanliga skúlagongd í desembur, so ongin ferðaseðil verður keyptur heim á jólum. Hetta forðar kortini ikki Onnu Mariu í at koma í jólastemning.

 

- Her eru tíbetur smekkfult av evropeiskum fólkum, so vit fara ivaleyst at halda okkurt slag av jólaaftan. Um tað verður við dunnu og brúnkaðum eplum, ella um tað verður ein kinesiskur rættur við rís og pinnum, má tíðin vísa. Eg ætli mær í hvussu so er í Ikea at keypa jólapynt og at bumbadera íbúðina við jólaljósum og nissum! Og so sleppur eingin í bygninginum undan at hoyra Michael Buble syngja ’It’s Beginning to Look a Lot Like Christmas’.  

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.