Jólafrokostar og øvundsjúka

Jólafrokostar og øvundsjúka
Nissuhúgvur, vín og fittir starvsfelagir halda lív í øvundsjúkuni.
28.11.2014 - 16:15

Nú jólini nærkast, er tíðin komin til tey mongu jólaborðhaldini – hugnaligar og stuttligar løtur, men ivaleyst eisini tær løturnar, vit ræðast mest. Avleiðingarnar av mongu jólaborðhaldunum eru nevniliga ofta ótti fyri ótrúðskapi og sostatt øvundsjúka.

 

Sjálvt um tað hjálpir at tosa um øvundsjúku, so er tað ikki altíð líka lætt.

- Tey flestu, ið stríðast við øvundsjúku, føla eina stóra skomm, tí øvundsjúkan hevur við sær, at tú missir tamarhaldið á tínum kenslum, sigur sexologur, Sara Skaarup, við DR.

 

Øvundsjúkan størst um jólini

Øvundsjúkan er serliga ring um hesa tíðina. Miðlarnir seta ofta jólaborðhald og ótrúskap saman og geva okkum nógvar góðar grundir til at vera bangin og øvundsjúk. Hetta er serliga vandamikið fyri tey, ið stríðast nógv við øvundsjúku, og sum samstundis ikki duga at handfara øvundsjúkuna, skrivar DR.

 

- Mann má tosa um tað. Tað verður trupult at fáa øvundsjúkuna burtur, um mann ikki er opin og tosar við hvønn annan. So verður øvundsjúkan bara meira tabuiserað, sigur Sara Skaarup.

 

Drep øvundsjúkuna við at tosa um hana

Tað er umráðandi, at ein setur orð á sínar kenslur, soleiðis at ein ikki er einsamallur við síni øvundsjúku og sínum lívliga hugflogi. Ofta missa vit fullkomiliga tamarhaldið á kenslunum og øvundsjúkuni, tá ið vit lata tankarnar reika og sostatt ikki tosa við nakran. Hetta kann gerast skaðiligt fyri okkum sjálv og okkara parlag, heldur Sara Skaarup og sigur:

 

- Hvørja ferð vit føla, at øvundsjúkan byrjar at taka yvirhond, mugu vit tosa við okkara maka um tað. Um hetta er ov torført ber til at fara til ein vin, sum kennir okkara støðu, og sum er klár ella klárur, tá ið vit hava brúk fyri tí. Eisini hjálpir at íðka ítrótt og sostatt fáa eitt sindur av frástøðu til allar kenslurnar, ið taka valdið á okkum. Um øvundsjúkan er heilt ring ber til at fara á eitt øvundsjúkuskeið, har tú lærir at liva við øvundsjúkuni.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.