Kvinnurnar hava hertikið tatoveringarnar, og tatoveringarnar hava hertikið kvinnurnar

Kvinnurnar hava hertikið tatoveringarnar, og tatoveringarnar hava hertikið kvinnurnar
Danskar kvinnur fáa fleiri og fleiri tatoveringar og hava nú yvirhálað menninar á tatoveringsøkinum.
05.12.2014 - 14:00

17 % av donsku kvinnunum eru tatoveraðar, fyri menn er talið eitt sindur lægri nevniliga 13 %. Tølini eru frá eini kanning, sum YouGov gjørdi í fjør. Kanningin vísir eisini, at tað eru fleiri enn 700.000 danir, sum eru tatoveraðir, skrivar Information.

 

- Kvinnur tora nógv betur í dag, enn tær gjørdu fyrr, sigur Amina C.D. Charai, sum lat sín egna tatovørhandil upp á Christianshavn í 2008.

 

Søgan um kvinnuna

Í dag eru tatoveringar ikki heftar at nøkrum ávísum sosialum klassa. Fyrr var vanligt, at ungar kvinnur, sum fóru at fjakka, fingu sær eina ella tvær tatoveringar, men í dag er støðan øðrvísi. Í dag eru kvinnurnar, sum fáa sær tatovering, ymiskar í mun til bæði aldur, arbeiði og sosiala klassan, heldur mannfrøðingur, Jeppe Trolle Linnet, og sigur:

 

- Handan tatoveringina liggur eitt estetiskt val, og ung í dag ferðat nógv í almenna rúminum og hava sostatt tørv á at senda tekin til onnur. Vit vilja vera unik: Mann vil hava eina tatovering, sum eingin annar hevur.

 

Tatoveringsættarliðið

Í dag er sjálvandi eisini ein mótstreymur: fólk, sum ikki vilja hava tatovering, tí tað er unikt. Men tatoveringar fella ikki burtur, tí í dag vaksa børn upp, har bæði mamma og babba hava tatovering. Og hetta viðførir, at barnið sær tatoveringar, sum nakað púra nátúrligt, heldur mannfrøðingurin.

 

Fleiri tatovørar halda, at tatoveringin er blivin í so vanlig millum fólk, serliga undir 35 ár, og uppliva sostatt tatoveringar sum eina forbrúkaravøru.

 

- Nógv koma inn og vilja hava eina tatovering , so at tey kunnu vísa hana fram í býnum leygarkvøldið. Ja, nógv fáa sær eina tatovering, sum um tað vóru nýggjar cowboybuksur, tey skuldu hava. Tey hugsa seg ikki so væl um longur, sigur tatovørur, Johnny Skovbo Hansen, og heldur á fram:

 

- Tað er ikki longur nokk við einum firvaldi á fótinum, nei, fleiri vilja hava eina sokallaða sleeve (ein tatovering, sum fjalir allan armin). Og so spyrja tey meg, hvat eg haldi skal á.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.