F'LJÓÐ fagnar føroyskum ljóði

F'LJÓÐ fagnar føroyskum ljóði
Röddin hevur verið við á eini F'LJÒÐ stovukonsert. Lesið við her og síggið myndir.
06.12.2014 - 19:00

F'LJÓÐ fagnar føroyskum ljóði.
Falsleysar og fangandi fagrar framførslur, sum eru frábregðandi, fjølstreingjaðar og fingurfimar
og fevna alt frá fleirraddaðum fagursangi til fugur, floytu, fiól og fagott,
umframt at fólk fáa frálíka føðslu til hugferð við flogi
í fedranna fongi av forkunnugum, fyndugum fagurbókmentum
í fjálgu, friðsælu fínustovuni í fedrahúsi (...)
 
 


Soleiðis byrjar Elin Brimheim Heinesen ta 27'indu stovukonsertina, hesaferð við Høgna Lisberg v. Benjamin og Knút.


 
Heimligt, intimt, heitt og fjálgt
Inni í gomlu húsunum hjá Jens Paula Heinesen og Maud Heinesen er sera hugnaligt. Kertiljós og ljósketur eru tendrað, og kaffi og køkur eru á borðinum. Elin hevur varðveitt húsini, so tey eru innrættað í 70'ara stíli. Hetta gevur húsinum ein serligan dám og hugna.


 
Tað er bert pláss fyri 40 fólkum inni í stovuni, og mann situr tætt saman. Av tí sama er stutt fjarstøða ímillum áskoðarar og tónleikarar, sum ger tað meiri intimt og persónligt. Mann verður ikki órógvaður, og tað snýr seg bert um at njóta tónleikin og løtuna. Áskoðarar og tónleikarar práta saman og skemta ímillum sangirnar, og stemningurin er góður.

 

Síggj alla myndarøðina frá kvøldinum: F'LJÒÐ: HØGNI

 

 

Byrta lív í gomlu húsini og stuðla tónleikarum
Fyrst og fremst er ætlanin við tiltakinum at bjóða fólki til eina intima og góða stovukonsert og upplestur, og samstundis stuðla arbeiðinum at marknaðarføra føroysk tónlistafólk og føroyskan tónleik úti í heimi. Elin Brimheim er ritstjóri og stigtakari til MUSIC.fo
 
Endamálið við tiltakinum er eisini at skapa lív í Heinesen húsini aftur. Jens Pauli Heinesen var Føroya virknasti rithøvundur við út við 40 verkum á baki, og Maud Heinesen gav 7 barnabøkur út. Verkini hjá teimum eru eisini ein partur av kvøldinum, og á henda hátt kann mann bera skaldskapin víðari ígjøgnum ættarliðini.Tað hevur altíð verið eitt mentanarumhvørvi í húsinum, og tað roynir Elin Brimheim Heinesen at skapa aftur.

 

Lesið meir um F'LJÒРher

 

 

Síðsta stovukonsert áðrenn jól
Nú tað stundar ímóti jólum, endaði Høgni Lisberg konsertina við lagnum White Christmas. Hetta var ein góður endi á eina fantastiska konsert.
 
Nú so mong tiltøk eru um jólini, var hetta síðsta F'LJÒÐ tiltak áðrenn jól. Vantandi byrja tey aftur í januar.

 

Myndir: © Sonja Wang Hansen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.