Jákup Eli við nýggjari útgávu

Jákup Eli við nýggjari útgávu
Jákup Eli hevur júst givið út nýggja singulplátu og sítt fyrsta sjónbandalag.
10.12.2014 - 19:15

Jákup Eli, sum nokk serliga er kendur fyri lagið "Vanja" hevur júst givið út nýggja singulplátu og sítt fyrsta sjónbandalag.

 

Singulplátan, sum inniheldur tey bæði løgini "Konufólkapanikk" og "Spyr meg ikki hví", er fyrsta føroyska singulplátan í nýggjari tíð.

 

Í kvøld verður útgávukonsert í Sirkus, har Jákup Eli fyri fyrstu ferð hevur bólk við sær. Við sær hevur hann Ranchus og Finn Koba, sum saman við Jákup Eli fara at spæla nýggju løgini og onkur eldri løg eisini. 

 

Jákup Eli hevur gjørt nógv burtur úr nýggju singulplátuni. Bert eru 150 eintøk gjørd av 7-tummaplátuni, sum Jákup Eli eisini sjálvur hevur hond-nummerað.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.