Klumman: Súrir kundar

Klumman: Súrir kundar
Fert tú illa við kassadamuni? Føroyingar eru ófólkaligir, tá ið teir eru til handils, heldur Kára Bjarnadóttir Jakobsen, ið hevur skrivað klummu um súrar kundar.
12.12.2014 - 15:30

Hann kemur trumlandi yvir ímóti henni. Beinini hjá honum eru styttri enn hennara, men røddin dupult so stór. Hann spyr, hví ólukkan tey ikki hava tað, sum hann skal hava. Tey høvdu tað heldur ikki síðst. Hon svarar stutt og greitt, at tað er útselt; men vísir honum so á nakrar aðrar líknandi vørur. Eitt svar sum avgjørt ikki hóvar honum.

Hann sendir henni ill eygu, sum um hon er ein óvitandi, hálvbýttislig, ung kvinna aftan fyri ein kassa. Hon er ein ung kvinna aftan fyri ein kassa.

 

”Er nakað mannfólk her, sum kann hjálpa mær?”, spyr hann so. Unga kvinnan hyggur eitt sindur ivasom upp á hann. Hon er tann, sum kennir best til vøruna, hann hevur spurt um. Yppir øksl og peikar so yvir á ein ungan mann, ið varð settur í starv í síðstu viku. Maðurin fer so íðin og stormandi yvir ímóti unga manninum.

 

”Honsjálv, HONSJÁÁÁÁLV! Pakka tit inn?”. Unga kvinnan vendir sær við. Og har stendur ein kvinna – suffandi og puffandi, tí tað er ordiliga strævið at keypa jólagávur, serliga tá ið børnini hava so nógv systkinabørn. Ja, sjálvandi gera vit tað, sigur hon við einum smíli og byrjar at pakka inn. Kvinnan gevur henni eitt lítið umskylda-eg-rópti-men-tó-falskt smíl.

Tá ið gávan er væl pakkað, spyr kvinnan, um unga kvinnan ikki kann klistra pakkan eitt sindur betur. Ja, hann er ikki nóg penur, simpulthen. Pakkin, sum avgjørt ikki er kvadratiskur, verður so klistraður betur, og jú, hann verður eitt pinkalítið sindur penari.

 

”Eg fann hetta”, sigur maðurin, ið nú er komin til kassan at gjalda. Hatta var akkurát tann vøran, sum hon hevði víst á, men gott er. Tað verður 79,95, sigur hon. ”HHAAAH?”, sigur hann við opnum munni, ja, mann sær næstan úlvin. Tað finnur hann seg avgjørt ikki í. Á hillini stóð 69,95. Tað er forbannað misvísandi.

Hon gongur við róligum, eitt sindur ósikrum, fetum yvir ímóti hillini, sum vøran stendur á og sær, at har er feilur í. Vøran kostar 69,95. Hon fer aftur til kassan og biður um orsaka og tastar so rætta prísin inn. Hann er væl nøgdur: Eingin skal snýta hann, og so slett ikki ein ung kassadama.

 

Nú stendur ein nokk so lítil kona framman fyri hana. Vinkonan er komin við at keypa. Tær báðar eru farnar uppum tey 60. Hon hevur keypt eina jólagávu til ommusonin og leggur vøruna á diskin. ”Kanst tú ikki geva mær eitt smíl?”, sigur konan, sum hevur eina spíska rødd. Unga kvinnan hyggur upp og smílist so eitt sindur.

Konan sigur við vinkonuna, at handilsfólk eru vorðin so ófólkalig í dag – tað er so avgjørt ikki sum fyrr, tá ið handilsfólkini vóru so ræðuliga fitt. Vinkonan er so púra samd. Ja, tað er faktiskt langt úti. Unga kvinnan pakkar skjótt, gevur teimum kvittanina og ein posa, og so fara tær báðar vaggandi avstað.

 

Hon suffar stillisliga fyri seg sjálva. Nú eru bert 15 min. eftir. Beint sum hon skal fara at telja kassan, kemur maðurin, sum keypti frá henni í áðni. Hann kemur marsjerandi við røskum, stuttum fetum. Jakkin, sum er opin, næstan flýgur afturav.

Hann kemur yvir til kassan og sigur tivandi, at hann stóð í túninum, tá ið hann uppdagaði, at hon IKKI hevði lagt kvittanina í posan. Ja, hann burdi næstan kravt hálvan prís, men sum tann sjarmerandi jólanissan hann er, letur hann vera. Hann fær kvittanina og forklárar so ungu kvinnuni nágreiniliga, hvussu ræðuliga umráðandi tað er at leggja kvittanina í posan hjá øllum, sum keypa. Tí hvat um mann vil býta um. Hon nikkar. Og hann fer stormandi út aftur.

 

Eg standi sjálv eitt sindur aftarliga í handlinum og haldi, at tað er ótrúligt, sum føroyingar eru ófólkaligir. Krevjandi kvinnur, ið eru illar, súrar, ja, kanska fornermaðar um eitt ella annað og lata so tað ganga út yvir eina unga kvinnu sum hesa. Og so óforskammaðir menn, sum avgjørt ikki síggja nógv virði í eini kassadamu: Ja, HON skal so avgjørt ikki fortelja MÆR nakað.

Ja, tað syrgiliga er, at øll hesi møguliga eiga eina dóttur, ið eisini hevur staðið ella stendur aftan fyri ein kassa onkrastaðni og roynir at gera sítt besta. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.