Nýtt forrit skal steðga próvtøkusviki
Nú skulu næmingar hava forrit á telduna, sum heldur eyga við, um teir snýta.
18.01.2015 - 22:30

Syddansk Universitet  leggur nú Exam Monitor á allar teldurnar hjá næmingunum, sum skal siga frá, um teir snýta undir próvtøkunum. Forritið goymir skíggjamyndirnar á teldunum hjá næmingunum, tá teir eru til skrivliga próvtøku. Á tann hátt ber til at síggja, um tað verður leitað eftir hjálp á t.d Facebook o.a.

 

- Vit hava umhugsað hetta nógv, eisini tað løgfrøðiliga í tí. Vit vilja tryggja, at dáta verður lagt á ein tryggan servara, so at eingin dáta hvørvur út av landinum ella til onnur støð. Tað eru bert ávísir persónar á SDU, sum hava atgongd til tað, sigur Kurt Gammelgaard Nielsen, it-stjóri á SDU.

 

Les eisini:  Dreymalærugreinin: Brúkið tríggjar tímar á Facebook 

 

Syddansk Universitet hevur árliga 100.000 talgildar próvtøkur, og á hvørjum ári eru umleið 250 tilburðir, har mann hevur illgruna um svik. Við nýggja forritinum fær mann kanna tað betri.

 

 

IT-Politisk Forening dáma ikki hugskotið

IT-Politisk forening, sum arbeiða við at spreiða vitan um nýggj it-tiltøk, eru ikki glað fyri hugskotið við forritinum.

 

- Tað er fullkomiliga ógjørligt hjá mær at síggja, hvat universitetið brúkar hesi ting til, sigur Jesperlund, nætformaður.

 

 

Fortel okkum tykkara hugsan um hetta forritið. Er tað vert at royna í Føroyum, ella er hetta at fara ov langt? Skriva eina viðmerking niðanfyri.

 

 

Kelda: Mx.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.