Ársins mest brúktu loyniorð

Ársins mest brúktu loyniorð
Tað er lætt hjá teldusníkum at gera álop á ymsar brúkarar. Ein orsøk eru tey mongu loyniorðini, sum eru løtt at gita seg fram til. Her sært tú listan við teimum 25 mest brúktu loyniorðunum í 2014
21.01.2015 - 18:00

Eftir eitt ár við fleirtals álopum frá teldusníkum og dátalekum, eru brúkarar á netinum kortini ikki blivnir betri til at velja eitt gott loyniorð á netinum. Tað vísir listin yvir tey mest brúktu loyniorðini í 2014, sum virkið, SplashData, júst hevur útgivið, skrivar DR.

 

Listin yvir mest brúktu loyniorðini verður givin út á hvørjum ári. Listin byggir á upplýsingartilfar frá dátalekum, sum hava verið gjøgnum farna árið. Tað vil siga loyniorð, sum onnur hava brúkt og síðan stolið.

 

Hóast talan er um eyðsýnd loyniorð so sum 123456 og abc123, so eru tað kortini als ikki allir brúkarar, ið hava verið úti fyri álopi frá teldusníkum, sum hava hesi loyniorð. 25 mest brúktu loyniorðini niðanfyri fevna bara um 2,2% av samlaðu mongdini av loyniorðum, sum hava verið úti fyri álopi frá teldusníkum.

 

Vanliga verður mælt til, at mann velur lang loyniorð, sum bæði innihalda tøl, bókstavir og tekn. Og so skal mann heldur ikki brúka somu loyniorð umaftur.

 

Er tað ov torført at minnast til øll loyniorðini, kann mann brúka ymisk forrit, sum goyma tíni loyniorð trygt m.a Lastpass og 1Password.

 

 

Her er listin við mest brúktu loyniorðunum í 2014:

  1. 123456
  2. password
  3. 12345678
  4. qwerty
  5. abc123
  6. 123456789
  7. 111111
  8. 1234567
  9. iloveyou
  10. adobe123
  11. 123123
  12. admin
  13. 1234567890
  14. letmein
  15. photoshop
  16. 1234
  17. monkey
  18. shadow
  19. sunshine
  20. 12346
  21. password1
  22. princess
  23. azerty
  24. trustno1
  25. 000000
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.