Björk: Nýggj útgáva innan 24 tímar

Björk: Nýggj útgáva innan 24 tímar
Íslendska sangarinnan, Björk, gevur skundisliga út nýggja útgávu
21.01.2015 - 00:00

Kenda íslendska sangarinnan, Björk, kunngjørdi herfyri, at næsta útgávan, Vulnicura, skuldi koma út í mars, men hetta er ikki longur tilfellið.

 

Björk hevur á Facebook síðu síni kunngjørt, at útgávan kemur út innan næstu 24 tímarnar. Nýggja fløgan er longu komin á amerikanska iTunes og kemur út til restina av heiminum innan komandi døgnið.

 

Sambært heimasíðuni "Consequence of Sound" sigst, at fløgan kemur út nú, orsakað einum "leka" á alnetinum. (Tað vil siga, at tað av óvart er endað á alnetinum, red.) 

 

Hóast vit ikki eru komin langt inn í nýggja árið, er hetta aðru ferð í 2015, at ein samsvarandi "leki" hendir. Seinast vóru tað óliðug løg frá fløguni "Rebel Heart" hjá Madonna, sum endaðu á alnetinum. 

 

"Vulnicura" er níggjunda altjóða studiofløgan hjá Björk, síðani "Debut" kom út í 1993. 

 

 

Kelda: consequenceofsound.net

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.