Gaming við góðari samvitsku

Gaming við góðari samvitsku
Les um nakrar av heilsuligu fyrimununum við gaming
21.01.2015 - 14:00

Hjá onkrum ljóðar tað kanska løgið, at gaming kann hava jaliga ávirkan á heilsuna. Tó hava granskarar fingið staðfest, at teldu- og videospøl kunnu hava nógvar heilsuligar fyrimunir. 

 

Mennir rørslulagið

Sambart granskarum á Deakin University kunnu videospøl styrkja um rørslumenning. M.a. vísti ein kanning, at rørslulagið hjá børnum, ið spældu interaktiv videospøl so sum tey til Nintendo Wii, var betri enn hjá javnaldrum, sum ikki spældu slík spøl. Somuleiðis vísir ein kanning, at skurðlæknar, ið spæla telduspøl, arbeiða 27% skjótari og gera 37% færri feilir enn teir, ið ikki spæla.

 

Betrar um sjónina
Harafturat hava granskarar staðfest, at sokallað ‘first-person-shooter’ spøl kunnu betra um eginleikan hjá eygum okkara at skilja ímillum smálutir og kunnu eisini betra um sjónina hjá fólkum, sum skeita ella hava grástar.

 

Virkar pínustillandi

Umframt hetta skal gaming eitast at lætta um pínu og strongd. T.d. vísti ein kanning, at sjúklingar við brandsárum merktu, at pínan minkaði munandi, meðan tey spældu teldu. Somuleiðis vísti ein onnur kanning, at testpersónar, ið spældu eitt harðligt telduspæl í tíggju minuttir, áðrenn tey skuldu halda hondina í ísvatni, høvdu hægri pínutoleransu enn testpersónar, ið einki høvdu spælt.

 

Game’arar kunnu sostatt halda áfram at spæla við sera góðari samvitsku.

 

 

Tú kanst lesa meira um hetta á ign.com og buzzfeed.com.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.